Fróðskaparrit - 01.01.1952, Qupperneq 59
Eitt sindur um tuberklasmittuna
65
og tættari enn vanligt. Eisini kann vera trútið uttan um
lungarótina, og eitlaringar kunnu vera at síggja í lungarót-
ini. Skapilsd av skuggum, meira ella minni trútnir, oita
víða um og vanliga ósnogt avmarkaðir, kunnu toyggja seg
frá lungarótini út í lungað. Hann leggur dent á, at tað eyð-
kenda í róntgenmyndini av nýfingnum tuberklum eru broyt-
ingar í lungarótini; tílíkar broytingar eru tó eisini við óðr-
um sjúkum; tí kunnu vit i'kki avgera atvoldina til sjúkuna
við rðngenmyndini eina.
Epstein hevur í 1928 greitt frá 10 tilburðum av ný-
smittaðum tuberklum hjá pinkubórnum. Ansað varð eftir
teimum og givið gætur eftir alla ígerðartíðina, og gongdiri
hjá sjúkuni varð fylgd. 4 hóvdu ongan nýsmittuhita, men
sjúkan mentist skjótt og teir doyðu av miliær-tuberklum,
2 óvissir tilburðir, 4 hóvdu smittuhita. Hitin vardi frá 3—10
dagar og var upp í 39,5° og fall so líðandi.
Saman við tubeíkulinvendini merktist óregla við mag-
anum, um so hiti var ella ikki, og sjúklingarnir lættnaðu.
Ofta hostaði sjúklingurin samstundis við ella stutt eftir
tuberkulinvend. Nýsmittubroytingar saman við tuberkulin-
vendini vóru hjá 3, hinir fingu lungnabroytingar um 2—10
vikur.
Arborelius (1930) hevur í Stockholm gjórt rannsóknir
við 2230 svenskum verjuskyldugum. Við byrjan av tænast-
uni vóru gjórdar tuberkulinroyndir (Mantoux 10 og 100
t. e.), og tær vístu, at 582 ella o. u. 20 % vóru tuberkulin-
negativir. Meginparturin av teimum negativu vóru av bygd,
bert 5 % av Stockholmarunum vóru negativir.
Millum 397 Mantoux-negativar (tá ið teir byrjaðu tæn-
astuna) vóru eftir 4—6 mánaða tænastu 49 Mantoux-posi-
tivir, og av teimum hóvdu 21 eyðkenni um nýsmittu. Okkurt
um helvtin av hesum turkulinvendu hóvdu at kalla eingi
sjúkdómseyðkenni, meðan hin helvtin hevði týðilig eyðkenni
saman við vendini. Av hesum síðstnevndu var neyðugt at
leggja 11 á sjúkrahús, tí teir hóvdu týðilig subjektiv eyð-
kenni. Hóvundurin er fúsur at tjakast um, hvórt tað er rætt at