Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 60
66
Eitt sindur um tuberklasmittuna
avgera, at nýsmitta er hjá tuberkulinvendum, tá ið tey eingi
sjúkdómseyðkenni hava, men heldur at avgerðin nýsmitta,
tá ið vit hava tuberkulinvend saman við oðrum sjúkdóms-
eyðkennum, sum vísa í somu ætt, er á ógviliga góðari leið.
Hovundurin leggur dent á sterka vísing við tuberkulinvend.
Eyðkennini við nýsmittu vóru í flestu forum heldur
bráð við hosta og stingi fyri bringuni, av og á vóru bert hita-
kensla, skjálvti ella hovuðpína. Hitin var ójavnur og ymist
sum hann vardi; vanliga var hann hogur og fall so líðandi í
2—3 vikur. Blóðkroppafallið var væl ov hógt og viðkvæmari
í broytingum enn hitin og fall seinri til rætta legu enn hitin.
Róntgenbroytingarnar vóru allar eyðkendar fyri nýfingnar
tuberklar, mest var tað troti í lungarótini, ofta sjónligir eit-
lasvullir, troti um lungarótina og troti í lungnaholdinum
sjálvum.
Hjá 3 tilburðum var knútarósin (erythema nodosum),
1 hevði erythema multiforme og tríggjar ferðir kom lungna-
hindubruni afturat, tá ið 4—6 mánaðir vóru lidnir.
Heckscher (1931) gjórdi eina rannsókn við tuberkla-
nýsmittu hjá donskum verjuskyldugum. Tilfarið var 8005
nýkallaðir hermenn, og teir vóru tuberkulinroyndir 2 ferðir
við 4 mánaðum ímillum, og uppskrivað hvórja ferð onkur
var sjúkur í rannsóknartíðini. Fyri at lætta um rannsóknar-
arbeiðið varð nýtt ein slakari Pirquet-roynd til at avlesa
um 24 tímar. Royndararbeiðið varð gjórt av ymsum kom-
andi og farandi herlæknum.
Tað eydnaðist ikki í hesum tilfari at fáa eina einastu
mynd av tuberkla-nýsmittu. Knútarósin (erythema nodo-
sum) sást ikki, og bert 3 tilburðir vóru av lungnahindu-
bruna, og allir hesir 3 vóru ímillum hinar upprunaliga
positivu. Hóvundurin kemur til tað úrslit, at nýsmitta hjá
vaksnum fólki í Danmark ógviliga sjáldan gevur líkindi til
sjúku.
Rasmussen hevur í 1933 greitt frá 11 tilburðum av
tuberkulinvend í læknađóminum á Eiði. Av tí at staðið er