Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 61
Eitt sindur um tuberklasmittuna
67
so fjarskotið, fekk hann ikki gjort rontgen-rannsóknir, men
afturfyri vóru upplýsdngar hansara um forsogu sjúkunnar
frá sjúklingunum sjálvum o. o. sera nágrannar, og lækna-
kanningar hansara av sjúklingunum vandaliga úr hondum
greiddar. Smittuberin var ávístur við hvonn tilburð, og
smittutíðin nágreiniliga avgjord hjá fleiri tilburðum.
Av hesum 11 tilburðum hóvdu 5 smittuhita og 6 hovdu
eingi sjúkdómseyðkenni saman við tuberkulinvendini. Hitin
stóð javnt við og vardi frá 2—5 vikur. Hjá 2 tilburðum —
teimum best kannaðu — meríctist seinur pulsur, og hetta
bendi hugin á landfarsótt. Widals royndir vístu, at tað var
ikki henda sjúkan. Har afturat nevndi hóvundurin pínu
aftan fyri bringubeinið hjá 2 av sjúklingunum, eitt eyð-
kenni, sum hann eina ferð fyrr hevði sæð í sambandi við
smittuhita. Pínan var sógd at vera reiðiliga svár og nívandi
og vardi o. u. 14 dagar. Hóvundurin heldur, at henda pín-
an er orsakað av bólgnaðum eitlum við lungarótina og trútn-
um holdi uttanum.
F. G. Hansen lýsti í 1935 eina tuberklafarsótt í einum
vistarskúla. Á skúlanum vóru 43 næmingar, 24 dreingir og
19 gentur í 10—18 ára aldri og harumframt 19 vaksin —
lærarafólk og onnur starvsfólk. Ein Pirquet-roynd um várið
vísti, at 4 vóru tuberkulinpositiv og 39 negativ. Við róntgen-
lýsing í september sama ár sást einki á lungunum. 13/t-35
fór ein krímkend umfarsjúka at ganga á skúlanum; hitin
39°-—40°, pína ymsastaðni í kroppinum, og hitin vardi í
2—4 vikur. Nýggj Pirquet-roynd vísti, at nú vóru 30 tuber-
kulinvend, og hjá 17 av hesum vístu seg við róntgen týðiligar
lungnabroytingar. Róntgenbroytingarnar verða lýstar sum
ov stórir lungarótskuggar, meira ella minni trútið hold úii
í lungarótini og lungnahindubruni. Hjá óllum næmingunum
við róntgenbroytingum var blóðkroppaiallið ov hógt. 13 av
teim smittaðu vórðu lógd inn á bróstsjúkradeild. Eingi av
teim 4, sum frá byrjan vóru positiv, vórðu sjúk. Smittuberin
hjá hesari umfarssjúku var ein næmingur við smittandi
lungnatuberklum og varð funnin í desember 1934. Hóv-