Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 63
Eitt sindur um tuberklasmittuna
69
4 troti í lungunum
8 lungnatuberklar, 5 doyðu
1 tuberklar í rygginum
2 tuberklar í heila- og monuserki (meningitis), báðir
doyðu.
Hovundurin leggur dent á, at hámarkið av sjúkum og
deyðum er innan 3 fyrstu árini, og tá serliga í fyrsta árinum
eftir nýsmittu.
Hann vísir á, hvussu stutt tíðin er frá nýsmittu, og til tess
lungnatuberklar mennast reiðuliga. Hjá einum tilburði
kunnu vit beinleiðis fylgja við, hvussu sjúkan mennist frá
nýtrota til lungnatuberklar í menning.
Ustvedt (1938) nevnir í einari ritgerð um lungnatuberkl-
ar og viðgerð av teimum:
Vanliga tykist tuberkulinvísingin at vera sterk, ofta við
vatnbloðrum á holdinum, beint aftaná vendina. Hann mælir
til at nýta Pirquet-roynd við rannsókn av farsótt, og at royna
uppaftur tey negativu og so, har sum til ber, at fullfíggja
royndina við teim Pirquet-negativu við Mantoux-roynd 1
milligram. Hann tekur fram, at tess gjóllari tú ansar eftir,
tess oftari verður tú varur við, at nýsmittan hevur við sær
sjúkdómseyðkenni, frá langari tíð við hógum hita og við
knútarósin, til linari tilburðir við krími. í einstókum fórum
hevur ov hógt blóðkroppafall verið einasta ávísiliga eyð-
kennið. Geva vit gætur eftir bórnum í nýsmittutíðini, síggja
vit, at vendin frá negativari til positiva vísing at kalla altíð
hevur við sær hita, men ansa vit eftir vaksnum, síggja vit
onnur sjúkdómseyðkenni. Viðvíkjandi eftirsjúkum aftaná
tuberkulinvend skrivar hóvundurin: Meginparturin av lung-
nahindubruna-tilburðum — bórn og vaksin — kemur í fyr-
sta hálvárinum eftir nýsmittu, tuberklar í heila- og mónu-
serkinum (meningitis) hjá bórnum koma helst innan 3 fyr-
stu mánaðirnar eftir tuberkulinvend og ið hvussu er innan
fyrsta árið. Við knotu- og liðatuberklum er tíðin vanliga
heldur rúmari.
Byrjan sjúkunnar er her nógv meira lúrin og er verri at