Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 64
70
Eitt sindur um tuberklasmittuna
gera av; hjá bornum er helvtin av sjúkutiiburðunum innan
fyrsta árið og % innan 2. árið. Eisini tykist tað, sum lungna-
tuberklar hjá fólki, ið hevur havt knútarósin, byrja frá flest-
um tilburðum í teimum fyrstu árunum eftir nýsmittu, vit
síggja tó her tilburðir við langari ígerðartíð, heilt upp í 10
ár og meir.
Við atliti til, hvussu skjótt tuberklasjúka kemur eftir tu-
berkulinvend, tekur hovundurin fram týdningin av at ávísa
nýsmittuna og geva gætur eftir teim tuberkulinvendu.
Kristenson (1942) hevur gjórt rannsókn viðvíkjandi tu-
berklum hjá sjúkrasystranæmingum á sjúkrahúsi lærda há-
skúlans í Uppsala; tær byrjaðu lærutíðina í árunum 1928—
39. Tað vóru tilsamans 861 konufólk á 20—25 ára aldri, og
av teimum vóru 69 % tuberkulin-positivar og 31 % ella 267
tuberkulin-negativar, tá ið tær komu í læru. Ein partur av
næmingunum gavst við læruni nakað skjótt, so 201 negativir
næmingar hildu fram. Av teimum vóru 168 B.C.G.-kopp-
settar, men hinir 33 næmingarnir hildu áfram við starvinum
á sjúkrahúsinum tuberkulin-negativir. Hesir 33 gjórdist
allir tuberkulin-positivir í tænastutíðini. Hjá 20 av teimum
var tuberkuiinvend einasta tekin uppá nýsmittu, men hinir
13 fingu har aíturat hesi eyðkenni fyri nýsmittu:
Knútarósin (erythema nodosum) .................... 2
» saman við trota á lunganum (nýsmitta) ...... 2
» og seinri trota á lunganum................. 1
Lungnahindubruna og seinri lungnatuberklar ......... 1
Nýsmittu í lunganum ................................ 3
Bráðar lungnatuberklar ............................ 1
Positiva tuberkulin-vísing og seinri trota á lunganum ... 3
tils. 13
Hyge hevur í 1946 lýst eina áhugaverda tuberklafarsótt
í einum gentuskúla. Av serstókum umstóðum hevði hóvund-
urin sera góð líkindi til at kanna tuberkla-spurningar í hes-