Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 65
Eitt sindur um tuberklasmittuna
71
um skúla; tuberklafarsóttin kom til skúlans í januar—fe-
bruar 1943. Tuberklanýsmittan var sum skapt til rannsókn.
Hetta var smitta við tuberklabacillum, sum vóru at kalla eins
illkynjaðar, og vóru undir at kalla somu korum í o. u. 2
mánaðar — hjá gentum á 12—16 ára aldri. Rannsóknartil-
farið var 368 skúlanæmingar, sum í desember 1942, o. u.
I mánað áðrenn farsóttin kom, vóru kannaðar av hóvundi-
num viðvíkjandi tuberklum, og vóru so býttar í 3 flokkar:
130 upprunaliga tuberkulin-positivar
134 tuberkulin-positivar aftaná Calmette-koppseting
(allar tær koppsettu vístu positivt)
104 tuberkulin-negativar
Allar tuberkulin-royndirnar gjórdar við Mantoux-rann-
sóknarlag.
I januar—-februar 1943 kom so henda tuberklafarsóttin.
Hon kom ógvuliga brádliga, brast á við krímkendum sjúku-
tilburðum. Við tuberkulin-rannsóknunum vóru, ímillum tær
negativu, funnar 66 tuberkulinvendar, og 55 av teimum
hðvdu, ella hóvdu haft nýsmittueyðkenni. Hesi eyðkenni
vóru ikki greind út í æsir — rannsóknin tók ikki við fyrr
enn um miðjan februar — men vóru lýst sum krímkendar
sjúkur; nógvar hóvdu hálstak, men krím (catarrhalia)
og hosti vóru sjáldsom. Hitin var vanliga ov hógur frá nðkr-
um fáum dógum til o. u. 2 vikur. 36 hóvdu týðiligar rónl-
genbroytingar í lungunum, tær somu sum vanligar eru við
nýsmittu í lungunum: nýtyrpingar, svullur í lungarótini og
troti uttan um lungarótina. 7 hóvdu knútarósin (erythema
nodosum) og ein hevði erythema multiforma sum
nýsmittueyðkenni. 10 fingu lungnahindubruna frá 3—
II mánaðir eftir nýsmittuna. Ein næmingur fekk bruna í
hjartahinduna og ein annar brung í búkhinduna ávikavísí
7 og o. u. 16 mánaðir eftir nýsmittu. 41 ella 58,6 % fingu
lungnatuberklar og av teimum hóvdu 37 -j- t. b. við aling
úr magaskolivatni. Av hesum 41, sum fingu tað, sum eg vil
loyva mær at kalla nýsmittu-lungnatuberklar, fingu 6
lungnatuberklar í menning og máttu verða iuftblástir, 1 av