Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 66
72
Eitt sindur um tuberklasmittuna
hesum 6 doyði í kanningartíðini, sum vardi í 3 ár frá byrjan
av farsóttini.
f tí Calmette-koppsetta flokkinum upp á 134 næmingar
var eingin sjúk, men tuberklafarsóttin gjordi um seg ímillum
tuberkulinnegativu skúlafelagar teirra. Við stóðugum eftir-
liti vístu seg o. u. 1 ár seinri í hesum flokki 2 tilburðir
av tuberklum í menning, og sum máttu fáa lunga lagt stilt.
Av teimum 130 upprunaliga positivu vóru 4 tilburðir
við linum tuberklum.
Ein lærarinna á skúlanum var sógd at vera smittuberin.
Smittuviðurskiftini vóru tó heldur flókt. Við fyrstu rann-
sókn av tí hugsaða smittubera var einki sjúkligt at síggja
á rðntgenmyndini, og magaskolivatnið vísti -í- t. b. bein-
leiðis við sjóneyku. Men ein seinni tomografisk róntgen-
rannsókn vísti 2 hol í lungabroddinum, til stóddar sum kaffi-
bónir, og magaskolivatnið vísti t. b. gróður. Sagt varð,
at hon hevði havt krím frá 16/]o-42; hin fyrsti tilburður
av knútarósin (erythema-nodosum) kom ^/i-43, tað vísir
eina ígerðartíð uppá o. u. 6 vikur.
Sigrid Holm kunngjórdi í 1947 eina rannsókn við
2298 tuberkulinvenđum fólkum. Tilfarið hevði hon frá
»Kóbenhavns kommunes centraltuberkulosestation«, og
vóru tað 1020 bórn og 1278 vaksin, harav 695 mannfólk og
583 konufólk, og vóru hetta ðll tey tuberkulinvenđu, sum
funnin vóru á tuberklastóðini í tíðini 1935—-43. Tuberku-
linvendin varð avdúkað við tuberkulinroyndum fleiri ferðir
endurtikin; hjá ðllum teimum vaksnu og meg-
inpartinum av bórnunum varð nýtt mantoux-roynd
til at vísa tuberkulinvend. Eftirlit var haft við teim tuberku-
linvendu, og tey vórðu kannað 2—4 ferðir um árið í eftir-
litstíðini, sum vardi í minnsta lagi % ár, meginparturin
var undir eftirliti í fleiri ár. Rannsóknirnar vórðu gjórdar
við róntgen, bkf. o. s. fr. og fyri ein stóran part fullfíggj-
aðar við bacillurannsóknum, haruppií aling.
13 % hðvdu ella hóvdu haft sjúkdómseyðkenni við
fyrstu rannsókn eftir tuberkulinvend. Hesi eyðkenni vóru