Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 67
Eitt sindur um tuberklasmittuna
73
helst hiti, krím og knútarósin (erythema nodosum). Tey
13 % heldur hóvundurin var ov lágt tal, tí fyrsta rann-
sóknin eftir avgjórda tuberkulinvend hevur ofta verið fleiri
mánaðir eftir nýsmittuna. Tað sama heldur hóvundurin um
blóðkroppafallið, sum hjá flestum tilburðum hevur verið
í lagi. Hjá 437 av teimum 2298 tuberkulinvendu vórðu
ávístar sjúkligar broytingar í lungunum við fyrstu rann-
sókn, sum varð gjórd saman við, ella 3 mánaðir eftir tu-
berkulinvend. Róntgenbroytingar vóru heldur hjá bórnum
enn hjá tilkomnum, av hesum seinnu hóvdu o. u. 15 %
1 ungnabroytingar.
Hesar broytingar vóru:
tils. h.m. v.m. b.m.
Broytingar í lungarótini 150 39 63 48
troti í lungunum 246 150 82 14
Tilsamans 396 189 145 62
Vatn á lungunum 41 17 23 1
549 ella 24 % av óllum tilfarinum eru kannað við-
víkjandi bacillum, fyrst og fremst har sum róntgenbroyt-
ingar vóru, og tuberklabaci'llur vóru ávístar hjá 176 sjúk-
lingum, hjá 5 beinleiðis við sjóneyku, hjá 4 við aling úr
spýtti og hjá 167 við aling úr magaskolivatni. Av teimum
372 róntgenpositivu var, við rannsókn viðvíkjandi bacillum,
ávíst t. b. hjá 45 %; av teimum 178 við frískari róntgen-
mynd var ávíst t. b. hjá 5 %.
Hjá 65 vaksnum tuberkulinvendum var ávíst sjúka í
menning, og hjá 60 av teimum vóru róntgenbroytingar ávíst-
ar saman við vendini, meðan róntgenbroytingar hjá 5 ikki
komu fyrr enn seinni. Meira enn helvtin av hesum tilburð-
um komu innan fyrsta árið eftir tuberkulinvend, og megin-
parturin innan 2 ár eftir nýsmittu. Av bórnunum fingu 11
sjúku í menning.
I eftirlitstíðini doyðu 9 sjúklingar, 1 barn —
av tu-