Fróðskaparrit - 01.01.1952, Qupperneq 68
74
Eitt sindur um tubcrklasmittuna
berklurn í lieila og monuserki (memngitis) — og 8 vaksin,
og av teimum aftur doyðu 6 av tuberklum í lungunum,
1 av tuberklum í lungunum + tuberklum í búkhinduni og
1 av tuberklum í búkhinduni. 7 hovdu skurðtuberklar (kir-
urg. tub.): 1 við tub. í skovninginum ávístir ár eftir
tuberkulinvend, 1 við tub. í hálseitlunum 3 mánaðir eftir
vend, 3 við tuberklum í rygginum, hjá 2 av teimum var
sjúkan ávíst 3 mánaðir, hjá 1 fýra ár eftir vend, og 2 til-
burðir við tuberklum í búkhinduni, ávístir ávikavist 1 og
2 mánaðir eftir vend.
Hovundurin tekur fram, at sjúkdómseyðkenni hjá
vaksnum í nýsmittutíðini hava heldur lyndi til at mennast,
serliga aftaná knútarósin (erythema nodosum), tá ið tu-
berkulinvendin er orsakað av kendum smittubera, enn tá
ið smittan er fingin av tilvild. Hann vísir á, at vónirnar eru
nógv daprari, tá ið sjúklingurin í langa tíð hevur haft tu-
berklabacilluna í andadráttinum, og har ávíst er + t. b.
beint aftaná tuberkulinvend: sjúka í menning hjá o. u. helvt-
ini av tilburðunum — enn har tað ikki hevur eydnast at
ávísa + t. b.: sjúka í menning o. u. 2 %. — Hjá bórnum
er hesin munur ikki. Hóvundurin heldur, at viðgerð á bróst-
sjúkrahúsi av tuberklinvendum ikki broytir gongdina hjá
sjúkuni, og hann heldur, at hesi fólkini eiga at vera undir
dyggum eftirliti, og eiga bert at vera lógd á sjúkrahús, tá
ið tey hava sjúkuna í menning. Hóvundurin tekur fram,
at mestu líkindi eru til, at teir flestu tilburðir av lungna-
tuberklum hjá vaksnum í Keypmannahavn eru orsakaðir
av nýsmittu, sum fingin er, eftir at tey eru tilkomin.
Gedde-Dahl kom í 1948 við einari ritgerð um tuberkla-
nýsmittu í einum bygdarlag í Noregi. Hóvundurin hevur
'havt eina rúgvismikla tuberkulinskrá at gera burturúr og
hevur við henni funnið 274 tuberkulinvend fólk, sum í
flestum fórum eru kannað við rðntgen í fyrsta fjórðingsári
eftir tuberkulinvend. Pirquet-tuberkulinroynd varð nýtt.
O. u. 1/4 av tilfarinum vóru bórn, o. u. l/í> ungfólk á 15—29
ára aldri. Hann fann tekin til sjúku hjá 50 % av teim