Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 69
Eitt sindur um tuberklasmittuna
75
tuberkulinvendu uppí 20 ár, yvir hendan aldur var lut-
falístalið minnkandi við aldrinum. Hann tók fram, at lut-
fallstalið var hægst við stuttari vendingartíð: 70 % við
vendingartíð frá o. u. 6 mánaðar, men 35 % við vendingar-
tíð yvir eitt ár. Hann vísti á, at tuberklasjúkutilburðirnir
komu sum oftast stutt eftir nýsmittu, og hann heldur, at
vandin fyri sjúku er lítil, um vit ikki kunnu ávísa tuberkla-
sjúku innan fyrsta árið eftir nýsmittu. Tekur fram tann
týdning, nýsmittutíðin kann hava til at lýsa, hvussu stand-
urin er. Knútarósin var eins ofta hjá smádreingjum sum
hjá vaksnum monnum, o. u. 4 %, hjá smágentum 8 %
og hjá tilkomnum konufólki 24 %.
Eitlabruni var í lungarótini hjá 95 fólkum ella
34 % av tilfarinum, harav o. u. 65 % hogrumegin og o. u.
35 % vinstrumegin. Nýtroti var hjá 76 tilburðum ella
28 % av teim tuberkulinvendu, hjá 16 tilburðum var ikki
eitlabruni í lungarótini, 61,8 % hóvdu trotan hógru-
megin. Hann vísir á, hvussu nýsmitta, nýtroti og lungna-
hindubruni koma hvðrt óðrum á baki. Víst var á 28 tilburðir
av lungnahindubruna, av teimum komu 25 innan fyrstu
trý fjórðingsárini eftir nýsmittu; hjá 18 av hesum tilburð-
um var nýtroti, 15 somumegin sum lungnahindubrunin og
3 hinumegin.
Lungnatuberklar í menning fann hóvundurin hjá 33
tilburðum ella 11 %, og av teimum vóru næstan 2/3 innan
fyrsta árið eftir nýsmittu. Tvey so ofta menntust lungnatu-
berklar frá nýtrota sum frá nýggjum deplum.
4 tilburðir vóru av tuh. miliaris, tríggir av teimum
byrjaðu 3 og hin fjórði 15 mánaðir eftir tuberkulinvend-
ina.
Hjá einum tilburði vóru ávístir tuberklar í rygginum
20 mánaðar eftir tuberkulinvend, sjúkdómseyðkenni hóvdu
tá vart í eitt ár.
Leitner (1948) kunngjórdi eina rannsókn við 266 tu-
berkulinvendum. Tilfarið var 160 vaksin (yvir 16 ár) og
106 bórn. Tuberkulinroyndirnar vóru gjórdar eftir Mantox-