Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 70
76
Eitt sindur um tubcrklasmittuna
rannsóknarlag. Hann greitltli frá sjúkdómseyðkennunum við
nýsmittu, sjúkugongdini og eftirsjúkum í einari eftirlitstíð
upp á 2 til 8 ár. Hann tók fram, at nýsmittan, bæði hjá
vaksnum og bornum, vístist sum ein bráð smittusjúka, sum
kundi mistakast fyri krímsjúku, lungnabruna o. s. fr. Av
teimum 160 vaksnu tuberkulinvendu hovdu 100 ella yvir
60 %, men av bórnunm o. u. 50 % hita saman við nýsmitt-
uni. Hesi tól eru minstutól, tí summi av teimum tuberkulin-
vendu hóvdu ikki mált hitan ta tíðina, tey kendu seg lin,
aftan á vendina. Av teimum 100 tuberkulinvendu við hita
hóvdu 19 yvir 39°, 55 hóvdu millum 38 og 39° og 26
hóvdu linan hita, og nakað tey somu tól vóru hjá bórnunum
Hitin vardi vanliga 1—3 vikur. Almenn sjúkdómseyðkenni
vóru vanlig, helvtin gramdi seg, at tey vóru lin, o. u. 1-/-!
hevði pínu fyri bringuni, og einstók hóvdu ilt í hálsinum.
Knappliga helvtin av tilburðunum hostaði og okkurt kom
upp. Hjá 37,5 % var smittuberin vælkendur.
Blóðkroppafallið var ov hðgt hjá 88 % av tilburð-
unum, tá ið sjúkan byrjaði, ofta yvir 50 mm, fall vanliga
eftir 4—8 vikum. Hann legði dent á ta sterku tuberkulin-
vísingina við byrjan av nýsmittu, ein vísing, sum helt sær
langa tíð. Hann sá róntgenbroytingar hjá óllum teim tu-
berkulinvendu, broytingar, sum bæði hjá vaksnum og bórn-
um vóru eyðkendar við svulli á lungarótini, við móguligum
trota úti í lungarótini ella lugnaholdinum.
Knútarósin (erythema nodosum) hóvdu 33 % av teim-
um vaksnu, og av teimum uppaftur vóru 11,7 % mann-
fólk og 88,3 % konufólk. Av bórnunum hóvdu 6,6 % knúta-
rósin (eryth. nod.), helst vóru tað smágenturnar.
Eftirsjúkurnar vóru, sum niðanfyri standa:
Pleuritis
Peritonitis
Pericarditis
Polyserositis
Yaksin
51
5
0
4
bórn
23
5
1
0