Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 71
Eitt sindur um tuberklasmittuna
77
Meningitis 3 2
Skurðtuberklar 9 5
Ftisis 27 3
Helweg-Larsen (1950) hevur kannað nýsmittu hjá
skúlabornum og ungum tilkomnum fólki. Tilfarið var 380
tuberkulinvend: 231 skúlaborn, 65 tilkomin á 15—30 ára
aldri frá Ronne og 84 læknastudentar. Hesi tuberkulin-
vendu vóru funnin við árligari Mantoux-rannsókn í stórum
tali, og vóru undir eftirliti í 2 ár aftaná vend. Rontgenbroyt-
ingar vórðu ávístar hjá 65, 35 bornum og 30 vaksnum, tu-
berklar í menning komu hjá 9 av teimum í hesari 2 ára eft-
irlitstíðini, og 4 doyðu. Tey 4, sum doyðu, vóru 2 skúla-
gentur, sum doyðu av poknatuberklum (cavernós tub.), 1
skúlagenta, sum doyði av tvísporandi tuberklum ^ ár eftir
nýsmittuna, og ein læknastudentur við poknatúberklum, og
sum doyði av tuberklum í heila- og mónuserki (meningitis)
20 mánaðar eftir tuberkulinvendina. Tilburðir við lungna-
tuberklum komu eisini í hesum tilfari, aftaná at 2 ára eftir-
litstíðin var liðin.
Tuberklar aðrastaðni enn í lungunum vóru hjá 4 sjúk-
lingum, hjá óllum hesum vóru fyrr ávístir tuberklar í lungu-
num.
Tað vóru 17 tilburðir av lungnahindúbruna, 9 vaksin
og 8 bórn. Hóvundurin heldur ikki, at tey magaskolivatns-
positivu tuberkulinvendu við smáum róntgenbroytingum eru
hættilig til at smitta. Hetta úrslit kemur hóvundurin til við
at kanna og bera saman tólini á teimum ymisku flokkum av
tilburðum. Um nú tey magaskolivatns-positivu skúlabórn-
ini smittaðu, áttu vit at vænta ein hóp av tuberkulinvendum
í hesum flokki, við tað at tey tuberkulin-negativu áttu at
verið smittað. At so er ikki, vísir hðvundurin væl og virði-
liga.
Av teim róntgenpositivu hevði o. u. helvtin sjúkdóms-
eyðkenni, o. u. )>4 av teim róntgenfrísku hðvdu sjúkdóms-
eyðkenni.