Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 72
78
Eitt sindur um tuberklasmittuna
Hovundurin mælir til at hava í minsta lagi 10 ára
eftirlit við teim rontgenpositivu, 2 ára eftirlit við teim ront-
genfrísku tuberkulinvendu.
EGNAR RANNSÓKNIR
f
Hvussu tilfarið er fingið.
Tær rannsóknir, sum Heimbeck í 1927 gjdrdi við
sjúkrasystranæmingum á Ullevaal, gjordu her í Foroyum
sum so mangar aðrar staðir, at áhugin oktist fyri tuberkla-
spurningum, og hesin áhugi bendist helst til fyrstu sjúk-
dómsmerkini við tuberklum. I Foroyum vóru, viðvíkjandi
tuberkulinviðkvæmi, tuberklasjúku og andláti av tuberkl-
um, funnin somu viðurskifti, sum Heimbeck fann tey í Nor-
egi. Tað var monnum greitt, at o. u. helvtin av teimum
kannaðu vóru tuberkulinnegativ, og skjótt royndist, at hópur
av fólki vórðu smittað av tuberklum tilkomin, og royndir-
nar vístu eisini skjótt í fyrsta lagi, at tuberkulinvendin í
mongum- forum hevði við sær langa sjúkulegu, og í oðrum
lagi, at tey tuberkulinvendu vóru í stórum vanda fyri at fáa
ringar tuberklaeftirsjúkur teir fyrstu mánaðir og ár eftir
tuberklasmittu. Hesi viðurskifti komu sjónskast fram á
sjúkrahúsunum, men vístu seg eisini í starvinum hjá oðr-
um læknum, og vóru mótsett teimum úrslitum, sum Heclc-
scher (1931) og Wiirtzen (1931) fingu við líkum rannsókn-
um á donskum sjúkrahúsum og við nýkallaðum verjuskyld-
ugum í Danmark.
Tilfarið er frá tuberklastóðini í Hoydólum, sum er
einasta tuberklastoð í Foroyum, og tí heviir undir sær alt
fólkið í landinum, nú o. u. 32.000 fólk. Stoðin varð sett á
stovn í 1931, og hevur aftan á trilvan í byrjanini starvað
reglubundið og miðvíst.
Hovuðsætlanin við arbeiðinum á stoðini hevur verið
at fáa eina víttfevnandi tuberkulinskrá í gildi sum ein kort-
legging av fólkinum eftir tuberkulinvísing við fleiri ferðir
endurtiknum tuberkulinrannsóknum. Fyrst verða tey kann-