Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 75
Eitt sindur um tuberklasmittuna
81
hetta. Stoðan er nú tann, at hittir tú onkun her í Forpyum,
sum ikki veit skil á tuberkulinvísing síni, kannst tú vera
vísur í, at annaðhvort er hetta útlendingur, býttlingur ella
fullkomiliga ósamfelagslynd menniskja.
U mstoðurannsóknir.
Hesar framhaldandi handahóvs pirkingar hava javnan
verið slitnar og fullfíggjaðar við pirkingum upp í saman á
tuberklafongdum umdomi. Hesar rannsóknir hava verið
bendar ímóti ávísari bygd ella býlingi, har kunnleiki ella
illgruni hevur verið um ein ella fleiri tilburðir av smittandi
tuberklum. Hesin illgruni kemur fram við nýsmittueyð-
kennum hjá tuberkulinvenđum: hiti, stingur í síðini, aftan-
fyri bringubeinið, knútarósin (eryth. nod.) o. s. fr., og
illgrunin er vorðin til vissu, um hin starvandi læknin hevur
avgjórt tuberkulinvend. Ofta, og tá vanliga ógviliga skjótt,
fær bygdafólkið illgruna, tá ið tuberkulinvend fólk fáa
nýsmittusjúkur. Vitiligt kunnu nýsmittu-tuberklasjúkur tykj-
ast fjólbroyttar, sjúkdómseyðkenni kunna vanta heilt, og
hin broytta tuberkulinvísingin kann vera einasta eyðkenni
um smittu, men her í Fðroyum hava nýsmittu-tuberklaeyð-
kenni verið so ofta at síggja og við so týðiligum sjúkdóms-
myndum, at leikmaður við ógviliga mongum tilburðum av
tuberkulinvend hevur kunnað gjórt sjúkuna av bert við
sjúkdómseyðkennunum. Eisini er eyðkent, at fólkið her í
Fóroyum hevur givið sjúkdómsmyndini sítt egna navn, og
hevur frá fyrst í tríatiárunum kallað hana »smittuna« rætt
og slætt, ella »smiftu'hitan« (smittufepurin), orð sum hava
vunnið sær sess í fórpyskum máli. Sum starvandi lækni
verður ein javnliga kallaður til hesar tilburðir av »smittu«
ella »smittuhita«, bert fyri at ásanna avgerðina. Er avgerðin
nýsmitta, kemur næsti spurningur sjálvkravđur, spurning-
urin viðvíkjandi tuberklastóðuni, eftir Gedde-DahX at skilja
sum greiðing av smittusambandinum, sum tann tuberklasjúki
ella smittaði er eitt lið í, og eltingin eftir smittuberanum
tekur við. í smábygdunum, har ótætt er bygt, sydnast at