Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 77
Eitt sindur um tuberklasmittuna
83
ikki avdúkað, tí tilgerðartíðin hjá tuberklum er heldur long,
má ætlast at vera o. u. 6 vikur.
Tað hevur roynst, at sjálva pirkingina kunnu oll læra
eftir stuttari tíð, men tað er athyggingin, ið er torfor, tí
hava vit ikki verið pírnir við teim ivingasomu.
Upprunaliga var tað Heimbecks ritgerð, ið gjordi, at
tuberklastoðin valdi Pirquet-royndina. Men Pirquet-vísingin
hevur eisini roynst væl í arbeiðinum við at finna fram á
tuberkulinvend, og ein kann vera samdur við Ustvedt í, at
hetta rannsóknarlagið hóskar væl til farsótta-rannsóknir.
Tuberkulinviðkvæmið er vanliga ógvuliga sterkt í fyrstani
oman á vend (Heimbeck, Wallgren, Ustvedt), ofta við
trútnari vísing, á hin bógvin er vandin ikki so stórur at fáa
ov nógv positiv við. Har afturat krevur hetta rannsóknarlag
lítið av tólum, er skjótt og lætt at gera, og kann vera athugt
longu um 2 samdógur og styggir ikki tey, sum skulu verða
kannað.
Við slíkari miðvísari nýtslu av tuberkulinskránni í
arbeiðinum á stóðini hevur tað, við endurtiknum tuberkulin-
rannsóknum og umstóðurannsóknum, haruppií pirking av
fólki við sjúkdómseyðkennum, borið til at finna fram á ein
hóp av tuberkulinvendum. Saman við vendini hevur verið
gjórd vanlig sjúkdómsrannsókn av teimum vendu. Fingin er
til vegar drúgv frágreiðing (anamnesa), serliga viðvíkjandi
tuberklastóðuni hjá tí tuberkulinvenda við denti lógdum á
mógulig sjúkdómseyðkenni saman við tuberkulinvend. Hes-
ar upplýsingar um sjúkugongdina eru í flestum fórum full-
fíggjaðar við samráðing við hin starvandi læknan. Sjúku-
rannsóknin hevur verið róntgenlýsing, lurting (stethoskopi),
bkf., er okkurt funnið við róntgenlýsingini, verður tikin
róntgenmynd, og móguliga er spýtt í stóran mun kannað
beinleiðis við sjóneyku. Har afturat eru í stórum muni
framdar alingar úr magaskolivatni, og er alingararbeiðið
gjórt á »Statens Seruminstitut« í Keypmannanhavn. í ár-
unum 1940—45 hava hesar rannsóknir verið steðgaðar, tí
ferðasambandið var slitið við Keypmannahavn. Roynt var