Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 79
Eitt sindur um tuberklasmittuna
85
síggja, hevur verið tikið rontgenmynd, og er spýtt komið
upj), hevur hetta verið kannað. Sjey av teim 524 eydnaðist
ikki at kanna, tí tey komu ikki, tó at tey ferð eftir ferð
vórðu biðin, tí havi eg slept teimum úr tilfarinum.
Við hesari rannsóknini havi eg sett afturat í sjúklinga-
dagbokurnar mogulig rannsóknarúrslit frá oðrum tuberkla-
stoðum, har tey hava verið kannað, frá sjúkrahúsum, har
tey hava ligið, og frá sjúklingadagbóksbloðum hjá starv-
andi læknum. Tað endaliga tilfarið fevnir nú yvir 517
tuberkulinvend, sum hava verið undir eftirliti frá tí at tu-
berkulinvendin vístist og til endurrannsóknina, sum endaði
1/4—1947.
Eftirlitstíðin hevur sjálvandi verið ymisk til longdar
hjá teim ymisku tuberkulinvendu, alt eftir mundinum fyri
vend, við óðrum orðum: Skjót vend hevur havt langa eftir-
litstíð og sein vend stutta.
Tolini niðanfyri vísa eftirlitstíðina hjá teim 517 tu-
berkulinvendu:
Vendingarár Eftirlitsár Tal á ven
1932 15 í
1934 13 9
1935 12 3
1936 11 27
1937 10 44
1938 9 58
1939 8 40
1940 7 39
1941 6 55
1942 5 52
1943 4 77
1944 3 57
1945 2 52
1946 1 2
1947 0 1