Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 82
88
Eitt sindur um tuberklasmittuna
38 lilburðir, ella o. u. 7 % av tilfarinum, vóru soleiðis
avgjordir at vera vendir uttan pirking frammanundan, men
bert við týðiligum smittuhita, og avgerðin styðjað við tu-
berklastoðini og har afturat við sjúkugongdini.
Hin parturin av tilfarinum eru tveir o. u. javnstórir
flokkar við o. u. 47 % í hvorjum. Annar er ikki úrval og
eru har 239 vend við vendingartíð minni enn % ár. í hes-
um ikki úrvalda flokki av vendum hava 64 % smittuhita.
Hin flokkurin er 240 vend við smittutíð yvir 1+ ár, men
har er tuberklasmittan eyðkend við smittuhita. Hjá ollum
hesum tilburðum við smittuhita, ella 83 % av tilfarinum,
ger smittan vart við seg. Tey 17 % sum eftir eru, eru 87
tilburðir uttan smittuhita og við smittutíð minni enn % ár.
Sum nevnt eru 47 % av tilfarinum ikki úrval, men
tey 53 % eru burturúrvalđ við atliti til smittuhita og eru
240 í tali við vendingartíð longri enn % ár og smittuhita
+ 38 tilburðir við smittuhita uttan pirking frammanundan.
Tá ið undantiknir eru teir 38 tilburðir við avgerð um
vend uttan pirking frammanundan, hevur alt tilfarið verið
pirkað undan avgerð um vend.
Hesar rannsóknir eru settar í 2. talvu.
2. TALVA
! Børn Children Vaksin Adults Tils. Total
1. neg. pirking tindan tub. vend Neg. Pirquet test before inversion 117 222 339
2. » » » » » 38 61 99
3. el. >neg. » » » 6 35 41
Tilsamans Total 161 318 479
Negativar pirkingar undan tuberkulinvenđ hjá 479 vendum.
Negative tuberculin tests before inversion in 479 invertors.