Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 84
90
Eitt sindur um tuberklasmittuna
Meira enn 4/5 av teim vendu eru so skúlaborn og ung
tilkomin upp til 30 ára aldur, tilfarið hóskar tí fyrst og
fremst til lýsing av fylgjunum við nýsmittu á skúla- og
unglingaaldri.
Av tilburðum í útjaðrinum á tilfarinum er 1 av teim
vendu undir 1 ár, og er tað einki logið, heldur mega vit
undrast, at ikki fleiri pinkuborn eru ímillum meira enn
500 tuberkulinvend. I hinum útjaðrinum er hin elsti til-
burðir 61 ár, og má hetta sigast at vera hogur aldur fyri
vend, tí skal greiðast frá hesari sjáldsomu súkusogu:
Sjúklingadagbók 503/45, 61 ára matmóðir úr fjarskotnari lítl-
ari bygd lá sjúk á sjúkrahúsi frá 17/n—12/12-45 við sári á skinna-
beininum. Hon varð pirkað og vísti negativt.
Sjúklingurin lá í tíðini 17/n—28/n í stovu við einum tu-
berklasjúkum konufólki, sum gekk uppi. Hesin sjúklingafelagi henn-
ara, sjúkl. dagb. 307/45. hevði hópin av tuberklabacillum í spýtt-
inum, men hetta kom ikki upp fyrr enn 28/n; hon varð so tikin
úr stovuni.
Konan fór so av sjúkrahúsinum ti'l heimbygd sína 12/12"45.
Var síðani frísk í 14 dagar, men legðist so við smittuhita. Hevði
hita í 14 dagar, men eingi onnur sjúkdómseyðkenni. Varð pirkað
20h-46 og vísti positivt.
Gjordist aftur sjúk 10/2-46 við sjúkdómseyðkennum fyri mónu-
og heilatub. (meningitis), 6 vikur eftir at smittuhitin byrjaði,
og doyði fáar dagar aftaná av hesi sjúku.
Smittuhiti.
Tað var Herbert Koch, sum 1916 festi navnið »smittu-
hiti« á tann hitan, sum ofta kemur í sambandi við tuberkla-
smittu bjá fólki. Seinni er hetta sera týdningarmikla eyð-
kenni fyri tuberklasmittu lýst av fleiri hovundum, serstak-
liga úr Norðurlondum. Hesir hovundar hava mest fingist við
smittuhita hjá bornum, men um smittuhita hjá vaksnum fólki
er lítið til av bókmentum.
Av ollum tilfarinum, 517 vendum, er smittuhiti hjá
430 — 276 vaksnum og 154 bornum — ella hjá 83 % av
tilburðunum, tó skal her viðmerkjast, at ein partur av til-