Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 85
Eitt sindur ura tuberklasmittuna
91
íarinum er valdur burturúr við atliti til smittuhita. Men
hyggja vit at, hvussu ofta tann ikki buturúr valdi parturin
av tilfarinum, sum eru 239 tuberkulinvend, hevur havt
smittuhita, er úrslitið 64 % við smittuhita.
Hitastrikan hjá bornum er aloftast sera ójovn, gongdin
ring at spáa, eingi serstok eyðkenni, sum geva líkindi til at
skilja hana frá hitastrikum við vanligum hitasjúkum.
Hetta geldur serliga smábórnini, hjá teimum er hitin
nú ógviliga hogur, so kann hann vera sum hjá frískum, so
linur hiti, og hækkar so aftur o. s. fr. Eru bórnini komin
til skúlaaldur, verður hitastrikan aloftast alt javnari og javn-
ari.
Hitastrikan hjá tilkomnum fólki er í flestum fórum
eyðkend jóvn. Byrjanin á hitastrikuni (stadium incrementi)
hevur bert í fáum fórum verið ansað. Tað er nú so, at sjúk-
lingarnir máta ikki hitan fyrr enn hann er komin eitt vist
upp, og tað verður vanliga upp í 38—39°. Tá kunnu teir
væl hava kent sær hita í nakrar dagar, tí tað er eyðkent
fyri smittuhita, at sjúklingarnir í ógviliga lítlan mun kenna
seg sjúkar. Tí fáa vit í flestum fórum ikki fatur á byrjanini
á hitastrikuni. Tá ið eg havi væntað vend hjá einum hvórj-
um og havi biðið hann máta hitan, og tá ið smittuhitin
er komin hjá einum hvórjum, meðan hann hevur ligið á
sjúkrahúsi, hevur eydnast mær at síggja byrjanina á hita-
strikuni (stad. incrementi). Hitin hevur her komið í hædd-
ina um 2—4 đagar, síðan hevur hann verið javnur og hevur
fallið líðandi.
Hámarkshitin er vístur á 4. talvu.
Talvan fevnir yvir teir tilburðir, har vit hava nágrann-
ar upplýsingar um hámarkshitan; hetta hámarkið kemur
eftir fáa daga sjúku.
Viðurskiftini viðvíkjandi hámarkshita tykjast reiðuliga
lík hjá bórnum og vaksnum, tó so, sum væntandi var, heldur
fleiri bórn enn vaksin fáa heilt hógan hita. Sti'v 30 % av
teim vaksnu koma upp í 39,5 og meira; hjá einstókum til-
burði kom hitin upp um 40,5. Yvir 40 % av bórnunum