Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 87
Eitt sindur um tuberklasmittuna
93
6. TALVA
Vikutal Duration in weeks 1 '2 3 4 5 G 7-8 9-10 11-12 30
Tal á tiiburðum Number of cases 14 32 38 28 10 16 4 7 0 1
% av 150 » % of 150 » 9 21 25 19 7 11 3 4,5 0 n , 2
Hitatíðin hjá 150 børnum við smittuhita
Duration of fever in 150 cases of initial fever in CHILDREN
bornum og vaksnum. Hjá o. u. helvtini av tilburðunum varar
hitin 2—3 vikur, 1/4. av tilfarinum hevur hita í meira
enn 4 vikur. Vit kundu hugsað at tann langi smittuhitin gav
líkindi til álvarsamari sjúkugongu enn tann stutti. Men
royndin vísir, at so er ikki. Smittuhitatíðin sigur tí einki
um seinri tuberkla-eftirsjúkur.
Smittuhitatíðin hevur verið samanborin við hámarks-
hitan, fyri moguliga við hitahæddini at kunna spáa, hvussu
leingi hitin varar. Men einki samband tykist at vera ímill-
um hitahædd og hitatíð.
í hesum tilfari av smittuhita eru pulsstrikurnar tekn-
aðar bert hjá 40 tilburðum av vaksnum og nakað færri
bornum — hetta hava verið tilburðir á sjúkuhúsum.
1. mynd vísir eina hissini puls- og hitastriku hjá til-
komnum fólki.
Strikurnar á 1. mynd eru teknaðar frá einum tilburði
við smittuhita, eini 17 ára gentu, sum varð lógd inn á
»Dronning Alexandrines hospital«, meðan hon var sjúk.
Hon kom á sjúkrahúsið 3. sjúkudag, hitin var ikki máldur
heima, tí hava vit ikki byrjanina á hitastrikuni (stad. in-
crementi). Hitin kom upp í 38,4 og vardi í o. u. 5 vikur.
Teir tveir fyrstu dagarnar liggur pulsstrikan oman fyri hita-
strikuna; og soleiðis er hon í flestu fórum, og er hetta iva-
leyst orsakað av, at sjúklingurin er óvanur við at vera á
sjúkrahúsi og ávirkast av tí. Men síðan kemur pulsstrikan