Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 88
94
Eitt sindur um tuberklasmittuna
Eyðkend hita- og pulsstrika við smittuhita. i j MYND
Typical fever- and pulsecurve during initial fever
undir hitastrikuna og verður verðanđi, til tess o. u. helvtin
av hitatíðini er liðin, reisur so aftur og fylgist síðan við
hitastrikuni.
Hetta er eyðkent fyri teir 40 tilburðir við smittuhita
hjá vaksnum, sum eg havi haft líkindi at ansa eftir: Seinur
pulsur í sjúkubyrjan og aloftast í fyrru helvt av hitatíðini,
síðan fylgjast puls- og hitastrika. Við tíðarlongdini á hesum
heldur seina pulsi kunnu vit í ein vissan mun spáa um
longdina á smittuhitanum, við tað at pulsstrikan aloftast
sker hitastrikuna miðjan í hitaskeiðinum; hetta kann tó í
nokrum fáum fdrum henda áðrenn miðjan er nádd; heldur
oftari eftir at fyrra helvt av hitanum er liðin. Men hesar
royndir byggja á fátt tilfar, bert 40 tilburðir. Pulsstrikan
hjá smábornum er sera óstoðug, og so er hitastrikan. Ikki
fyrr enn hjá bornum á 10—12 ára aldri havi eg sætt hesi
viðurskifti nakað eins og tey vanliga eru hjá vaksnum.
Knútarósin, sum longu frá gomlum hevur verið hildið
at vera eitt eyðkenni, sum kundi geva illgruna um tuberklar,
var — ímillum hesar 430 tilburðir av smittuhita — hjá