Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 99
KANNAN AV FITI í SILD
INQUIRY INTO THE FAT CONTENT OF HERRING
Eftir Karsten Hoydal.
Fiskimenn hava í langar tíðir sagt frá stórum silda-
torvum norðan fyri Foroyar um sumrarnar, men so leysar
hava hesar frásógur verið, og so lítið álit hava menn havt
á teimum, at eingin rættuliga hevur tort at gera seg út at
veiða sildina.
Fiskifróðingarnir hava seinastu árini havt samstarv
viðvíkjandi kannan av sildagongdini í havinum millum
Noreg, fsland og Fóroyar, og tey nýggju tólini til at leita
upp fiskatorvUr við hava gjórt tað móguligt hjá teimum at
finna sildina allar tíðir á árinum. Áður hevur tað verið so,
at veiðumenninir hava bíðað til sildin kom í land, men nú
er óðrvísi. Nú kunnu teir eins væl veiða hana úti á víðum
havi, bert veðrið er til vildar.
Sildin, sum fæst norðan fyri Fóroyar er — eftir teim-
um kanningum, sum gjórdar eru — av sama slag sum tann
sildin, ið fæst yviri við Noreg seint um vetrarnar, og sum
áður hevur fingist undir íslandi um sumrarnar. Líkt er til
at gongdin hjá sildini er toluliga fóst ár um ár. Seint um
veturin og tíðliga um várið er nógv til av sild yviri undir
Noreg, har hon tá gýtur. Tá ið gýtingin er av, fer hon
vestur eftir og nærkast Fóroyum einar 40 fjórðingar í ein