Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 100
106
Kannan av fiti í sild
landnyrðing úr Fugloynni. Haðan tekur hon seg norður eftir
og hevur tey seinastu árini staðið norður gjognum havið
eystan fyri ísland og heilt norður til Jan Mayn. Fyrr plagdu
stórar nogdir úr sildini at taka seg inn móti landi í íslandi,
men hetta hevur ikki verið lagið hjá henni seinastu sjey
árini. Sildin hevur staðið so langt eystan fyri ísland, at
íslendingar við tí útgerð til sildaveiðu, sum teir hava, lítið
og einki gagn hava fingið burtur úr henni. Og aðrar tjóðir,
ið vanliga hava veitt sild nærhendis Islandi, hava í 1952
rikið við gornunum úti á havinum millum ísland og For-
oyar.
Okkurt skip royndi eftir sild í juni. So tíðliga á sumr-
inum er sildin ov soltin at salta, hon varð tí fryst til agn.
Sildin, sum veidd varð í juni, varð fingin millum 63° og
64° N., 5° og 6° V. Frá seinast í juni og til um 18. juli
royndu skipini ikki, mest av tí at agngoymslurnar ikki
keyptu meir av sild og av tí at tað var hildið at vera ov
tíðliga at fara at salta sild.
Frá 18. juli og til 1. august fóru nókur fá skip so
spakuliga at byrja at salta, men ikki fyrr enn eftir 1. august
óktist skipatalið, soleiðis at tá ið farið var um hálvan
mánaðin, róku 23 skip við górnum. Seinri, tá ið skip fóru at
koma aftur úr Grónlandi, lógdu eisini nðkur av teimum
uppí. Tilsamans hava 29 skip roynt eftir sild, og av teimum
vóru 12, sum fyrst hóvdu verið í Grónlandi. Ein trolari
hevur eisini verið í sildini, og hevur hann roynt bæði við
troli og górnum. Við troli, sum gekk uppi í sjónum, bar
einki til, men teir veiddu væl av sild við górnum. Tey skip-
ini, sum royndu í juli, veiddu 50—80 fjórðingar í ein land-
nyrðing úr Fugloynni. í august og fyrrapartin av september
varð mesta sildin fingin á 63°—-66° N og 5°—8° V.
Seinrapartin av september og oktober 64°—65° N.,
4°—5° V.
Fleiri av skipunum hðvdu hitamátara við at kanna
sjóvarhitan. Vanliga var hitin, har sum sild fekst, 6°—8°
í vatnskorpuni og um einar 2° minni niðri á 15 favna dýpi.