Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 101
Kannan av fiti í sild
107
Á sama oki, sum tey foroysku skipini veiddu, vóru
eisini fremmand skip á sildaveiðu. Flestu av teimum vóru
norsk og russisk, men umframt vóru eisini nokur fá svensk
skip. Fóroysku skipini hildu nógv uppat, tá ið komið var
út í oktober. Um 20. oktoher vóru bert 12 skip eftir, sum
royndu, men tey góvust óll um mánaðarskiftið oktober—
november vegna ólagaligt veður.
FlTl í SILD
Sildin verður roknað upp í tey fiskaslógini, sum hava
feitan fisk. Meðan fitin t. d. í toski næstan óll leggur seg
í livruna og toskurin hevur stóra livur, so hevur sildin lítla
livur, og fitin í henni er í stóran mun í sjálvum fiskinum.
Vanliga verður góðskan í sildini mett eftir, hvussu
feit hon er. Feitari hon er, meiri fóðsluvirði er í henni,
leskiligari er hon, og meiri prísur verður latin fyri hana.
Hjá teimum, sum veiða sild og avreiða hana, er tað tá ógvu-
liga áhugavert at vita, hvussu nógdin av fiti broytist við
árstíðini.
Tá ið sildin hevur gýtt í januar og februar, er hon
soltin. Eftir gýtingina fer hon aftur út í víðan sjógv at sókja
sær fóði. So við og við sum ætið nórist í sjónum út á summ-
arið fitnar sildin, soleiðis at tá ið komið er um mánaðar-
skiftið juli—august er hon fullfeit. Eina tíð stendur hon
so við, men tá ið rogn og sil fara at vaksa í henni aftur,
samstundis sum ætið í sjónum minkar, fer hon aftur á hold-
um.
Tað er skillugt, at tað er sera áhugavert at vita, hvussu
holdini á sild broytast við árstíðini. Sjálvandi kann broyt-
ingin vera eitt sindur ójóvn ár um ár, men um sildin verður
kannað nókur ár á rað, eru góð líkindi fyri at fáa at vita,
hvussu langa tíð á árinum, sildin er best hóskandi at salta.
Kanningarnar skulu sýna, nær ið hon er fullfeit, og nær ið
fitin aftur fer at minka í henni.