Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 102
108
Kannan av fiti í sild
KANNING AV FITI í SILD
Fiskiídnaðarstova Foroya byrjaði í 1951 at kanna fiti
í sild, sum veidd var á havinum norðan fyri Foroyar. Fyrsta
árið vórðu bert tveir sýnislutir kannaðir, men í 1952 er
hildið fram. í fyrstuni, tá ið skipini royndu eftir sild til
agn, varð einans fesk sild kannað. Eftir miðjan juli, tá ið
farið varð undir at salta, bar einans til at fáa feska sild
av og á, og seinrapartin av sumrinum hevur fitin tí mest
verið kannað í sýnislutum av saltaðari sild.
Tilsamans eru kannaðir 13 sýnislutir av feskari sild og
18 sýnislutir av saltaðari sild.
TØKA AV SÝNISLUTI
Tað er kunnugt, at sild, sum veidd verður somu tíð
á árinum, kann vera ójovn til fiti. Sjálvt tá ið sildin er
feitast yvirhovur, kann meira og minni av klænari og soltn-
ari sild slóðast uppi í. Tann soltna sildin eigur at verða
skild burtur úr, men ikki verður skiljingin altíð jóvn. Hetta
ger, at tað er hópin torfórt at taka sýnislutir, soleiðis at teir
í sjálvum sær verða ein sonn mynd av ávísari nógd av sild.
Tá ið fiskiídnaðarstovan sjálv hevur tikið sýnislutir,
hava 12 sildir verið í hvórjum. í summum sýnislutum, sum
hava verið sendir til kanningar, hevur talið á sildum verið
færri. Tól frá kannan av slíkum sýnislutum verða eisini
flutt fram niðanfyri, samstundis sum skilað verður til,
hvussu nógvar sildir eru í sýnislutinum.
Sýnislutir av feskari sild hava verið kannaðir við
hóvdi og górnum. Saltað sild hevur verið kannað avhóvdað
og magadrigin.
KANNINGARHÁTTUR
í hvórjum sýnisluti, sum kannaður hevur verið, hava
verið 12 sildir, sum hava verið tiknar upp á gjót — ikki