Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 103
Kannan av fiti í sild
109
valdar burtur úr. í nokrum sýnislutum hava verið færri
sildir enn 12.
Sildirnar hava verið maldar í eini kjotkvorn niður
í eitt fat. Eftir at hin malni fiskurin var blandaður væl,
vórðu um 10 g vegað frá niður í eitt bikarglas. Fiskurin
í bikarglasinum varð síðani rivin sundur við so nógvum
gipspulvuri, at fiskur og gips komu at verða turt og mjól-
kent bland. Hetta blandið varð koyrt í eina flosku og fitin
drigin úr henni við reinsaðum bensini.
Drigið hevur verið úr við 4 X 20 ml bensini tikið við
20 ml’a máli (rekordsproytu). Úrdráttartíðin hevur verið
4 tímar og hevur flóskan verið skakað væl hvónn hálvan
tíma. Tá ið úrdrátturin hevur verið av, hevur flðskan
sloppið at staðið, til alt fast evni er sokkið á botnin og
bensin-fitiblandið hevur staðið klárt omaná.
Av bensin-fitiblandinum vórðu nú tiknir 2 X 20 ml
('ivær rekordsproytur), blandið varð koyrt í eitt vegað
bikarglas, sum varð vermt til tess, alt bensinið setti av.
Kanningarhátturin, sum omanfyri er greindur, hevur
nógv verið nýttur á Fiskeriministeriets Forsógslaboratorium
í Keypmannahavn, og er hann lættari at nýta enn Soxlets-
Hvór sundurloysing (analýsa) av fiti hevur verið
gjórd dupult, og tólini, niðanfyri eru nevnd, eru óll meðal
av tveimum sundurloysingum. í flestum fórum hevur nógdin
av vatni í sildini eisini verið kannað.
Vatnið hevur verið kannað á tann hátt at ein nógđ um
15 g av malnari sild hevur verið vegað í eitt bikarglas og
turkað til fasta vekt við 100° C.
Av tí at fitin í sildini hevur lyndi til at verða oxyderað,
meðan hon verður turkað, er vatnprosentið, sum funnið er,
nóg so lágt. Ymiskar umstóður gjórdu tó, at tað vóru ikki
líkindi at turka í rúmi, sum oxygenium var koyrt útúr.