Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 104
110
Kannan av fiti í sild
SUNDURLOYSINGAR
( A nalyses)
FESK SILD
(Fresh herring)
Frá um miðjan mai og til um miðjan juli vórðu kann-
aðir 11 sýnislutir av feskari sild. Um hetta mundið hildu
skipini uppat at fiska sild til agn, men fóru at salta. í
august varð ein sýnislutur av feskari sild kannaður og í
oktober ein sýnislutur av sild, sum var saltstroydd eitt
sindur. Fesk sild hevur altíð verið kannað heil. Hovdið og
innvólurin hevur verið uppií.
Tólini niðanfyri sýna í fyrstu róð veiðudagin, í aðru
róð nógdina av vatni og í triðju róð nógd av fiti. í seinastu
róð eru tólini fyri fiti roknað til 60 % av vatni, og er
grundarlagið fyri hesi rokning tólini fyri vatni og fiti,
sum funnin eru við at sundurloysa sildina. Tá ið allir
sýnislutirnir verða javnaðir til somu vatnnógd, geva teir
við samanbering eina greiðari mynd.
°/o fiti roknað
Veiðudagur Eftir sundurloysing til ()0°/'o vatn
Day of catcb By an ialyses % fat corresponding
% vatn °/o fiti with 60 % of water
% water % fat
10/5-52 2,9
20/5-52 70,9 8,2 11,3
20/5-52 69,6 8,7 11,4
21/5-52 72,2 8,4 12,1
21/5-52 71,3 6,8 9,5
23/5-52 8,4
11/6-52 69,0 11,1 14,3
11/6-52 68,6 10,9 13,9
19/6-52 67,6 13,9 17,2
4-5/7-52 65,5 14,9 17,3
8-9/7-52 65,3 16,7 19,3
24/8-52 61,3 19,9 20,6
15/10-52 56,5 21,1 20,0