Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 108
HUGSKOT
UM
HVÍTRAVNIN
CORVUS CORAX VARIUS MUT.
Eftir Niels á Botni.
Sum flestu Foroyingum kunnigt, livdi her á landi í
farnum dogum eitt ravnaslag, sum á liti skildi seg frá van-
ligum svortum ravni, og sum í seinri tíðum millum manna
helst hevur verið kendur undir navninum hvítravnur.
Ikki er greitt, hvussu tíðliga í tíðini henda ravnaætt er
uppkomin, av tí at hitt elsta ritið, sum nemur við fugl í For-
oyum, »De mensura orbis terrae« av írska munkinum Dicu-
ilus, 825, bert umtalar mongd av fugli í Foroyum, men
ikki tey serskildu fuglaslogini. At hvítravnurin longu tá
hevur verið at finna millum fugl okkara, er ikki at ivast í,
tí langt áramál og stoðug inngifta má fara fram, áður enn
albinisma, hvítlitan hjá villini fugli, kann verða blóðfest og
verða til ættarbregði. Ein slík blóðfesting hjá ravninum hev-
ur ivaleyst í fyrstu syftu verið styðjað av okkara lina oyggj-
arveðurlag og vælhóskandi lívsumstoðum, soleiðis at ravn-
urin er sissaður í landinum, vorðin stoðufuglur og gingin í
særslag og, sum fram hevur liðið, bert hevur parað seg í sína
egnu ætt og er soleiðis ikki vorðin blandaður við ravnaslog,
ið struku fram við.