Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 110
Hugskot um hvítravnin
116
um ár 1500 ella fyrr. Hin kendi fuglafroðingurin Finn Salo-
monsen hevur hetta navnið á hvítravninum frammi í Foroya
fuglasogu síni, og hevur hann navnið eftir gamlari avskrift
av fuglakvæðnum eldra. Henda fuglasoga byrjar so langt
afturi nakað er at finna um fugl í Fðroyum og fer fram til
ár 1800, ein góð ogn givin okkum av hesum manni, og í
einum stað í hesi sogu tekur hann soleiðis til:
»1 denne vise, »Fuglakvæði eldra«, omtales en række
fugle, af hvilke en del var mig umulige at identificere, men
de folgende lod sig let bestemme.«
So kemur mongd av fuglanovnum og har ímillum:
Gorpur, Færosk ravn, Corvus corax varius.
Gorpur Bringuh.víti, Hvidbroget ravn, Corvus corax
varius mut.
Her verður hvítravnurin merktur sum særslag, ið eigur sín
hvítsprokuta lit sum eitt fast ættarbregði.
Hin fyrsta skrivliga frágreiðing um fugl í Foroyum
er eftir fransmanninum Charles de l’Ecluse, ella sum hans
rithovunds navn ljóðar, Carolus Clusius. Clusius var náttúru-
froðingur, helst plantufroðingur, og livdi í áraskeiðinum
1526 til 1609. í 1593 var hann professari í plantufroði í
Leyden, og her gav hann út bók, hvar eisini fuglurin í
Foroyum var umroddur, og har ímillum hvítravnurin. Sjálv-
ur hevði Clusius ikki verið í Foroyum, men hevði kunnleika
sín um fugl har eftir dr. Peter Paun í Leyden, sum stóð í
brævaskifti við norðmannin Henrik Hóyer, lækna, í Bergen.
Um mundið fyrst í 1600 ferðaðist Hoyer í Foroyum, og mill-
um annað kannaði hann eisini fuglin her og savnaði fugla-
skinn, sum hann sendi til útheimin. Híiyer og Peter Paun
hittust í Keypmannahavn, og ivaleyst er upprit Hoyers og
tann fuglur, hann savnaði í Fóroyum, henda vegin komin
Clusius upp í hendur, og er vorðin orsokin til, at Fóroya
fuglasóga verður kend væl frammanundan umliggjandi
landanna. Tann frágreiðing, Clusius hevur í bók síni, verð-
ur soleiðis á fyrsta sinni cflir Hóyer, ivaleyst hin sama,
ein fóroyskur studentur Jacob Oudensón í brævi greiður fyri