Fróðskaparrit - 01.01.1952, Qupperneq 111
Hugskot um hvítravnin
117
honum, og tyícist henda frásogn at ávísa, at mongd hvít-
ravnsins ongantíð hevur verið stór, men at hann mest hevur
verið ansaður, tá mongd av ravni samantyrptur í flokk á
heystardegi hevur ligið á burturkasti av skurðinum. Frá-
greiðingin ljóðar so:
»Der ere sorte Rafne aldt sommeren igennem, men
brogede Rafne komme der om hosten og fly siden bort med
de andre, fordi alle fugle fly derfra om vinteren.«
Hetta, at ravnurin flytur á vetrarferð, er ein misskilj-
ing og er ivaleyst orsakað av, at tá slaktið er yvirstaðið,
er ravnurin minni fyri eygum. Annars hóskar hetta væl
saman við frásógn Peder Hansen Resens, presidentur í
Keypmannahavn um mundið 1625 og frameftir, tá hann
sigur:
»Om Ravne paa Færoerne fortæller de, at der ere
et slags som de kalde Bundteravne, og at de bygger deres
reder paa de yderste pynter.«
Tá Resen nýtir orðið »Bundtaravnur«, merkir hetla
hvítsprokutan ravn, og seinri partur av frágreiðing hansara
hóskar væl við tí, teir eldri, sum mintist og hovdu skotið
hvítravn, vistu at siga um hann. Allir vistu teir at siga,
at hesir ravnar vóru sprókutir svartir og hvítir, summir
við ljósum nevi og fótum, og at teir helst áttu á havsíðu og
á -útstuðlum í bjorgunum. Hetta er ravni líkt og er eingin
broyting frá lyndi í vanligum ravni, men summir vildu
vera við, at hvítravnurin var meiri varligur enn vanligur
ravnur og tískil helst helt seg til Norðoyar, har bjórg-
ini vóru hóg og burturgoymd fyri mannavitjan.
Kunnleikin um hvítravnin í Fóroyum var tó ikki al-
mennur millum fuglakannarar í útheiminum, fyrr enn Ole
Worm í 1655 gevur út bók sína um fuglar, har hann
hevur frammi fleiri sjáldsom fuglaslóg úr Fóroyum. Sum
sera góðan hjálpara í starvi sínum við at fáa uppspurt um
fugl her og savna til savn sítt »Museum Wormianum«,
hevði hann fyrst prestin í Havn, Hans Rasmussen, og eftir-
mann hansara í kallinum, Lucas Debes. Báðir hóvdu teir