Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 112
118
Hugskot um hvítravnin
verið næmingar Worms, og báðir hildu teir við kennskapin
og savnaðu fugl hiðani til hansara. í savnyvirliti sínum
sigur Worm, at hann hevur tveir hvítsprokutar ravnar úr
Foroyum, men harmar hann seg yvir, at molur er komin
í fjaðrar teirra, so teir neyvan verða at goyma.
Eitt annað domi um lit hvítravnsins hava vit eftir
prestinum Thomas Jacob Tarnovius. Tarnovius var stutta
tíð prestur í Foroyum; men flutti seinri til Pedersker á
Bornholm. Hann savnar upprit síni úr Foroyum og nevnir
hettar ritið »Færoernes beskrivelse udi storste korthed«.
Tað er ógvuliga týdningarmikið, tá Tarnovius um hvít-
ravnin sigur: »hvide ravne hvilke dog ikke aldeles ere hvide
men iblandt formengede med sorte fjær.« Henda frásognin
kemur eitt sindur á tvors við Lucas Debes, sum sigur, at
bara hvítir ravnar eru at finna í Foroyum. Sjálvur hevur
hann tó ikki sæð teir, men hevur frásogn sína eftir oðrum.
Nógvar eru frásognir um henda sjáldsama fugl í Foroyum,
og úti um heimin eru útstappaðir hvítravnar at finna á
einkultum fuglasavnum, har teir verða goymdir sum ein
ogn, ið ikki longur er at fáa fatur á. Fyri nókrum árum
síðani ferðaðist her ein maður úr Schweiz, sum nevndi seg
Carl Stemmler. Maðurin var ógvuliga fuglaáhugaður, og
segði hann frá, at teir á fuglasavni heima sum eina av teirra
bestu ognum áttu tveir hvítravnar úr Fóroyum. Ein saknur
er, at Fóroyingar sjálvir ikki eiga tveir av hesum serstóku
ravnum, men tíðin í Fóroyum um leir dagar, hvítravnurin
fækkaðist og bleiv burtur, hevur ivaleyst ikki verið fyri
Fóroyingar at hugsa um sítt egna. Tað má tó sigast, at
vera eitt heppið bragd av teimum eldru fuglahugaðu monn-
unum her, t. d. H. C. Miiller, at teir eftir fórimuni hava
stappað út og flýtt upp í hendur á monnum í útheiminum,
sum teir vistu vildu varðveita og goyma hvítravnin, soleiðis
at hann verður komandi ættarliðum til skjals.
í yngri árum var ofta hugnaligt at hoyra teir gomlu
tosa saman, og helst var tað tá í teirra ungu árum, teir ferð-
aðust. Oftast fór tosið framm um okkara egnu viðurskiftir,