Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 114
120
Hugskot um hvítravnin
inar fyri gjoldur. Altíð gorraði hann, meðan hann fleyg,
og var skotið eftir honum, fall hann, sum var hann meint
raktur, men fataði sær í flognum, áðrenn í brast, og fleyg
so líka kátur. Hugsast kann, at bæði hetta, at hann var
velaleysur, og hesar undarligu lótir, tá hann hoyrdi byrsu-
skot, havá verið orsakað av, at hann fyrr hevði verið fyri
skoti. Ein dag, tveir menn vóru úti og róku, kom ein ravn-
ur gorrandi móti bátinum, og hin eldri av monnunum tekur
skundisliga byrsuna upp, men leggur hana so Kka góða
niðuraftur. Tá hin yngri fregnast eftir, hví hann ikki skjýtur,
heldur hesin gamli fyri: »Veitst tú ikki, at tað ikki loysir
seg at spilla lóður eftir tí velaleysa!« Sum fyrr sagt, var
hesin velaleysi paraður við hvítravninum, og hildið var,
at hann var karkarakkur, tí hvorki spurdist til egg ella
unga, ið hvussu so var, kom henda paring til einkis, og
meðan hvítravnurin fekk sær annan maka, var hin velaleysi
við at ferðast einsamallur, til hann um mong ár hvarv.
Hvítravnurin í Flognum var illa lýddur í Nólsoy og
segðist at hava nógv smálomb á samvitskuni. Leingi ferð-
aðust hann og makin um fjórðin, men so kom eitt ravnapar
at eiga í Helluskorum fyri vestan á oynni. Hetta vóru
verndarravnar, sum ansaðu búoki sínum so væl, at sjáldan
eydnaðist hvítravninum at koma oynni nærri enn mittfjorðs,
og stóð har mangur dystur millum ravnapórini, so gnýurin
hoyrdist langa leið. Eisini hesin hvítravnurin var skotin á
Nólsoynni og latin Múllari upp í hendur.
Hvussu langt umliðið er, síðani sóga hvítravnsins var
úti, er ikki gott at siga. Danski fuglafróðingurin Knud An-
dersen sigur í uppritum sínum um fugl í Fðroyum, at ein
hvítravnur var sæddur í Mykinesi annan november 1902.
Tað eru tó tvær álítandi frásógnir seinri, onnur eftir kongs-
bónda Jóannis Danielsen á Velbastað, har hann um heystið
1916 sá ein hvítravn á veg millum Velbastað og Havnina,
meðan kongsbóndi Ragnar Thomsen í Koltri nakað um somu
tíð sá ein ferðast suður við oynni.
Av tí at langt áramál er umliðið, síðani nakað er