Fróðskaparrit - 01.01.1952, Qupperneq 120
126
Eplaálurin
posi fullur av eggum, skapaður sum ein sitrón. Tá ið egg-
ini eru fullbúgvin doyggja moðurnar og skinnið av teimum
verður so liggjandi uttanum eggini sum eitt hylki. Um
summarið koma eggini í nógvum hylkjum út beinan vegin
og ungarnir krúpa út úr, meðan onnur hylki, og serliga
tá ið líður á heystið, verða tjúkk og sterk og eru fór fyri
at liggja í jórðini veturin yvir, ja í fleiri ár og tola bæði
turk og frost. Eggini vera klakt inni í hylkjunum. Er tað
ov kalt, kemur ungin ikki út; er tað ov turt, kemur hann
heldur ikki út, tí so skorpnar opilsið saman; tá ið væta
kemur, verður opið aftur, og nakrir ungar kunnu krúpa sær
út. Soleiðis kann hylkið verða so líðandi tómt fyri ungar, so-
hvórt líkindi eru til. Og hetta kann vara leingi. Yitskapar-
menn, ið hava kannað hetta, skriva, at tað kunnu ganga
eini 8 ár, áðrenn eitt sovorðið hylki er tómt fyri ungar og
porcr
t?0*
Veðurlagið hevur ógvuliga nógv at siga fyri kleking
og ungar. Liviligasta hitastig fyri útkomnar ungar er 25° C.
Er hitin undir 6° og yvir 37°, rórir álurin seg ikki. Er
hitin undir 10° og yvir 36°, krýpur ungi ikki út úr hylk-
inum. Er hitin undir 18° og yvir 35° C, koma egg ikki út.
I einum sovorðnum hylki eru eini 600—700 egg.
Tá ið nakað munandi álop er á plantuna av heSum
maðki, verður hon sjúk, tær smáu róturnar verða fyribeind-
ar, so plantan fær ikki sogið jarðarvatnið í seg. Hetta kemur
tí at ávirka plantuna sum tóðtrot og vatnneyð tilsamans,
slokkurin verður fólin og fær ikki vókstur, epli verða
eingi.
Henda sjúka hevur leingi verið kend í Týskalandi og
Onglandi. í 1922 varð hon funnin í Svóríki og 1928 í
Danmórk. í Danmórk verður tó vanliga hildið, at sjúkan
bert er at finna í smá-urtagórðum, har epli verður velt ár
um ár í somu jórð, og ikki hjá bóndrum, ið hava eitt skipað
gróðiskifti á sínum jarðum. Henda sjúka er millum tær, ið
almermingurin tekur sær av eftir danskari lóg. Tann, ið
varnast eplaál í veltu síni, hevur skyldu til at siga frá