Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 122
128
Eplaálurin
jorðina í staðin fyri salpetur. Samstundis varð tað gjort
monnum kunnugt, at tað var skaðiligt at nýta hetta taðfall
á moldjorð í Foroyum, tí hon er vanliga so kálkfátok. í
royndunum í Hoyvík, har taðað varð við svávulsúrum am-
moniakki, líktust teir rútarnir burtur úr oðrum bo, fleiri
ár aftan á at royndirnar vóru uppat hildnar. Og tá ið
vit nú hava fingið at vita, at skaðin á eplaveltunum í sand-
jorðini á Sandi kemur ikki av ovmiklum kálki í jorðini,
er rættast at menn halda uppat beinan vegin at nýta svávul-
súrt ammoniakk har eisini. Enn hevur hetta brúk ikki gjort
skaða, kanska heldur gagn, men nú er tað brúkt í 2 ár, og
tað er nógmikið. Latið í hvussu er jorðina kanna evnisliga
áðrenn meira verður gjort av.
FRAMHALDANDT KANNINGAR
Eplaálurin er tað, vit kanska kunnu rópa eitt lívlagað
slag (biologisk raca) av Heterodera Schachti. Hesi
frábrigdi hava tað egið, at tey eru gromm at broyta lívs-
vanar. Yit kunnu tí ikki líta á, at veðurlagið her hjá okkum
hevur somu ávirkan á eplaálin, sum veðurlagið í Týsk-
landi, haðani vit hava ta vitan, ið frásognin frammanfyri
byggir á. Tað hevði tí haft storsta týdning at fingið hetta
at vita. Yit fóru tí undir á kanningarstovu Jóannes
Rasmussonar at granska dýrið greiniligari; men av tí,
at hetta arbeiðið er so stutt komið, verður tað ikki tikið við
her, men verður goymt til part II av frásognini, sum ætlan-
in er at prenta aítur á ári. Frá hesum rannsóknum hava vit
kortini her tikið hjásettu myndir, teknaðar í sjóneyku:
1. MYND. Róttrevlar av eplaplantu við eplaálahylki uppi á (10
ferðir okt).
2. MYND. Eplaálahylki úr moltl av Sandi (10 ferðir iikl).
3. MYND. Sundurskorið eplaálahylki. Ungar og egg eru at síggja
(umleið 20 ferðir dkt).