Fróðskaparrit - 01.01.1976, Blaðsíða 56
64
Ein »rímnaflokkur« í føroyskari tungulist?
till skrivari); de sista stroferna tyckas ha kommit i oordning, atskilliga
luckor torde ocksa forefinnas.20
Niðurstøðan hjá Cederschiold er stutt sagt, at kvæði okkara
er yrkt beinleiðis eftir eini ókendari gerð av Bevers søgu, og at
tað upphavliga hevur verið meira fullfíggjað og longri enn nú.
Meta vit BR og BT sum leivdir av einum »kappakvæði«,
man tað upphavliga — eins og søgan — hava greitt frá, at
Bevus hevndi at enda faðir sín, og man harvið eisini helst hava
havt fleiri tættir enn teir báðar núverandi. Viðvíkjandi ser-
innhaldinum í teirri horvnu søgugerðini tykist kvæði okkara
at hava goymt nøkur minni sum t. d.
1) Brotið um tað bleyta (deiga) svørðið (sbr. BR I 5—9,
BT 5—12).
2) Brotið har Bevus stendur ósæddur í Ijósskugganum og
sær keisaran sita við veitsluborð (sbr. BR II 12, BT
30—31).
3) Brotið har Bevus metir móður sína javnt við eina pútu
og Dalitu, konu Samson (sbr. BT 34).
Sleppa vit nú kvæðaevninum og søgukeldu tess og venda
kanningini móti kvæðaforminum, síggja vit, at hann hevur
ikki regluligt balladusnið. Tó at ørindini hava øll 4 reglur,
hevur bara ein fjórðingur ella ein fimtingur av teimum enda-
rímsskemað xaya, t. e. balladuørindið, har onnur og fjórða
regla bera upp á rím, meðan fyrsta og triðja regla eru rím-
leysar. Hini ørindini í kvæðinum hava onnur endarímsskemu
sum abab, aabb ella aaaa, og koma tey og xaya-skemað soleiðis
fyri:
í fyrra tátti
abab: 3—4 dømi — t. e. BR I 1, 11—12 og BT 1—2, 15—16.
xaya: 10—13 dømi — t. e. BR I 2—10, 13 og BT 3—14, 17.
í seinna tátti
aabb: 30—34 dømi — t. e. BR II 1—3, 5, 7—11, 13—33 og
BT 18—21, 23, 25—29, 31—54.
aaaa: 3 dømi — t. e. BR II 4, 6, 12 og BT 22, 24, 30.