Fróðskaparrit - 01.01.1976, Blaðsíða 59
Ein »rímnaflokkur« í føroyskari tungulist?
67
gloymd í Islandi. Tann íslendski rímnafrøSingurin Bjorn K.
Pórólfsson metir annars Koralds kvæði soleiðis:
Mestu skiftir að |)að er, eitt allra færeyskra dansa, ort undir sam-
hendum og stafhendum hætti, og svo koma |iar alloft fyrir stuðlar. Ekki
er ósennilegt að kvæði f)etta sje eiginlega íslendsk ríma af Konráði, sem
borist hefur til Færeyja, og mist f>ar sinn íslendska búning að mestu leyti.
Koraldskvæði nær yfir Konráðssogu frá upphafi til enda, en stiklar auð-
vitað á stærstu atriðunum. Texti Svabos er 78 erindi, og sje kvæðinu svo
farið, sem nú var til getið, er sennilegt, að upphafleg íslendsk Konráðs-
rima hafi verið álíka long. Eftir bragarhætti Koraldskvæðis ætti slík ríma
að hafa verið samhend eða stafhend, f)ó að stakar rímur íslendskar, sem
geymst hafa frá miðoldum og 16. old, sjeu eingongu undir ferskeyttum
hætti.24
Jón Helgason, professari, hevur víst á, at Koralds kvæði var
eitt av teimum 5 kvæðunum, sum Ole Worm fekk 1639 úr Før-
oyum.a3 — Løgið skuldi tað verið, um fornfrøðingurin Ole
Worm hevur úr Føroyum fingið nakað kvæði, sum tá ikki varð
mett at vera gamalt. Koralds kvæði kann tí valla vera komið
úr fslandi til Føroya seinni enn fyrst í 16. øld, t. e. um endan
á miðøld og katólskari tíð, tá ið eisini hin gitna religiøsa yrk-
ingin »Ljómur« kann ætlast at vera komin higar úr íslandi.
Við Koralds kvxði og granskingarsøgu tess í huga giti eg
mær til, at ríma okkara (BR, BT) valla kann vera yngri her á
landi enn 16. øld. Hvussu bæði eru komin til Føroya úr fslandi
er ein annar spurningur. At vit ikki bara mugu rokna við láni
gjøgnum tungulist, men eisini gjøgnum skrift, kundi hin gitna
føroyska kvæðavendingin: Ein er ríman úr íslandi komin /
skrivað í bók so víða (breiða).... kanska bent á.
VIÐMERKINGAR
Støðið undir hesi grein er ein útvarpsfyrilestur, sum eg helt í sambandi
við 70 ára føðingardagin hjá Chr. Matras, professara, og sum eg her havi
broytt og víðkað nakað.
1) Sbr. Nolsøe 1969 s. 43 og Nolsøe 1973 s. 184—85.
2) Sbr. Matras 1969 s. 418—20 og Solheim 1970 s. 297—306.
3) Sbr. Nolsøe 1972 s. 87—93 og Nolsøe 1976 s. 16.