Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 92
100
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
Ljósm.: Ellen Dahl
4. mynd. Vígivatnsker úr malargróti og kertistaki úr royðugróti, funnir í
Vágs kirkju.
Fig. 4. Holy water font of shore-worn basalt and candlestick of tuff
found in the old, votive church in Vágur.
vera ov stóran sum steinkolu. Kenni meg nú rættiliga tryggan
at hava veriS á góSari leiS, serliga aftan á at vit í Sands kirkju15
hava funniS ein meinlíkan hesum, sum neyvan fær veriS annaS
enn vígivatnsker, piscina, og sum hevur staSiS á stætti eins og
dømi eru um aSrar staSir, t. d. í Islandi.10 Men rætt er at innan
í hesum var 4 mm tjúkk ímskón, og taS er sjálvsagt ikki í vígi-
vatnskeri. Gongdin er møguliga henda: Aftan á trúbótina, tá
iS ikki longur var brúk fyri hesum kerum — fólk løgdu tá av
at signa seg viS vígdum vatni, tá iS tey trinu inn um kirkju-
dyr — hava tey bara tikiS steinin til ljósgagn, kertistaka, sum
teimum mikiS man hava tørvaS í teimum trúliga oftast glugga-
leysu, myrku kirkjum og bønhúsum í miSøldini — og nakaS