Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 87

Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 87
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum 95 sagt, eru stættur og bikar uttan iva hvørt £rá sínum tíðarskeiði, og tey hava bæði prýði: bikarið plátu við agnus dei og knøtt- urin kerubhøvd. Bæði pláta og kerubhøvur kunna vera loddað á onkuntíð seinri og ikki vera upprunalig. Men kortini man neyvan vera ov vágið at meta bikarið at vera frá o. u. 1500 og stættin hava barokk eyðkenni, so sum eg havi skrivað í lýsingini 1941. Horskjcer kemur til somu tíðarfesting.13 Enn er, sum nomið við, vón um at koma málinum nærri. Kommisionsbetænkningen 1709 nevnir ongan kalik, fyri tí kann har hava verið bæði kalikur og diskur, tað vísir seg, at teir ikki altíð hava gingið so gjølla um. Men sýnisfrásøgnin 1729 veit at siga, at kirkjan eigur: 1 Kalck og Disk af Sølv W. 31 lod 3 qdn. Um tað er hesin kalikur, ið nú er funnin, er ógjørligt at vita, tí at í 1729 eru kalikur og diskur vigað saman, og tann diskurin, sum nú er í Vágs kirkju, hoyrir ikki til tann her umrødda kalik. Heldur ikki kunna hvørki tann 1729 nevndi ella hesin, ið funnin var 1940/41, vera annar teirra, ið nú verða nýttir í kirkjuni, tí at tann eldri av teimum er frá 1863111 og hin frá 1954 Sum frammanfyri nevnt er kalikurin umvældur, tað gjørdi Niels L. Arge, gullsmiður, við varsemi og miklum hegni, tí at ætlanin var, at kalikurin skuldi fylgja við kirkjuni til Hovs sum lán. Men tá ið eg frætti at táverandi prestur í Suðuroyar sunnara prestagjaldi hevði givið Hovs kirkju henda olmussu-kalikin, mótmælti eg. Aftaná at vera settur í starv, var fyrsta gerðin at skriva bræv til Føroya próstadømi, dags. 8.12.1952, við áheitan um at fáa kalikin til Vágs aftur, og í 1959 eydnaðist tað. Nú stendur hann, dýri halgiluturin, aftur á altarinum í Vágs kirkju, hesin, ið hvussu er fyri part bikarsins, elsti varð- veitti kalikur Føroya. Stólavangarnir vórðu funnir í kórinum, tríggir í tali, sbr. frásøgnina á bls. 91. Hesir stólavangar ella rættari brot av teimum — teir eru heldur illa farnir og viðfarnir — hava skilliga sama snið sum »Kirkjubøarstólarnir«, og mega á ein- hvønn hátt hava samband við teir, tó at teir eru nógv ein-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.