Fróðskaparrit - 01.01.1976, Qupperneq 87
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
95
sagt, eru stættur og bikar uttan iva hvørt £rá sínum tíðarskeiði,
og tey hava bæði prýði: bikarið plátu við agnus dei og knøtt-
urin kerubhøvd. Bæði pláta og kerubhøvur kunna vera loddað
á onkuntíð seinri og ikki vera upprunalig. Men kortini man
neyvan vera ov vágið at meta bikarið at vera frá o. u. 1500
og stættin hava barokk eyðkenni, so sum eg havi skrivað í
lýsingini 1941. Horskjcer kemur til somu tíðarfesting.13 Enn
er, sum nomið við, vón um at koma málinum nærri.
Kommisionsbetænkningen 1709 nevnir ongan kalik, fyri tí
kann har hava verið bæði kalikur og diskur, tað vísir seg, at
teir ikki altíð hava gingið so gjølla um. Men sýnisfrásøgnin
1729 veit at siga, at kirkjan eigur: 1 Kalck og Disk af Sølv
W. 31 lod 3 qdn. Um tað er hesin kalikur, ið nú er funnin, er
ógjørligt at vita, tí at í 1729 eru kalikur og diskur vigað saman,
og tann diskurin, sum nú er í Vágs kirkju, hoyrir ikki til
tann her umrødda kalik. Heldur ikki kunna hvørki tann 1729
nevndi ella hesin, ið funnin var 1940/41, vera annar teirra,
ið nú verða nýttir í kirkjuni, tí at tann eldri av teimum er frá
1863111 og hin frá 1954
Sum frammanfyri nevnt er kalikurin umvældur, tað gjørdi
Niels L. Arge, gullsmiður, við varsemi og miklum hegni,
tí at ætlanin var, at kalikurin skuldi fylgja við kirkjuni til
Hovs sum lán.
Men tá ið eg frætti at táverandi prestur í Suðuroyar sunnara
prestagjaldi hevði givið Hovs kirkju henda olmussu-kalikin,
mótmælti eg. Aftaná at vera settur í starv, var fyrsta gerðin
at skriva bræv til Føroya próstadømi, dags. 8.12.1952, við
áheitan um at fáa kalikin til Vágs aftur, og í 1959 eydnaðist
tað. Nú stendur hann, dýri halgiluturin, aftur á altarinum í
Vágs kirkju, hesin, ið hvussu er fyri part bikarsins, elsti varð-
veitti kalikur Føroya.
Stólavangarnir vórðu funnir í kórinum, tríggir í tali, sbr.
frásøgnina á bls. 91. Hesir stólavangar ella rættari brot av
teimum — teir eru heldur illa farnir og viðfarnir — hava
skilliga sama snið sum »Kirkjubøarstólarnir«, og mega á ein-
hvønn hátt hava samband við teir, tó at teir eru nógv ein-