Fróðskaparrit - 01.01.1976, Blaðsíða 74
Skráseting
av føroyskum miðaldar kirkjugripum
Ejtir Sverra Dahl.
Inngangur
Nógv ár hevur verið arbeitt við royndum at staðfesta og
talmeta miðaldar kirkjur og bønhús Føroya, og tað er gjørt
eftir ymsum gøtum. Summar hava verið knortlutar og kámar
og ikki sjáldan endað ógongdar, men summar tess betur greiðar
°g «yggar.
Ein gøtan eru kirkjugripirnir. Eftir henni er leitað í munn-
bornum, skrivaðum og í varðveittum tilfari, og kannað eftir
um hesir gripir kunna siga ikki bara hvørjir teir eru, men eisini
geva ein glotta inn í kirkjuligu og fíggjarligu viðurskifti Før-
oya í miðøldini — og í fyrstu øldum aftan á trúbótina.
Fíáttvirdu forfedrarnir í miðøld settu neyvan fjøður á blað;
vit vita tí so lítið og noyðast at henta saman hiðan og haðan,
skipa tilfarið, rannsaka tað gjølla, bera tað saman við vitan
og ognir annara tjóða, og út frá tí trilva okkum aftureftir við
vón um at fáa toluliga álítandi mynd av, hvat ið metast kann
vera tíðarfestandi til miðøld, og hvat við vissu er tað.
Fyrstu fregnir um kirkjuhúsini fáa vit ikki fyrrenn o. u.
1600,11 og um gripir teirra fyrst í 1700-árunum.IV14 Tá er so
mikið fráliðið, at hesar frásagnir mega verða nýttar við var-
semi, eisini tí at ymiskt er, hvussu menn ganga um við sýnis-
frásøgnum, og hvat ið teir halda vera nevnivert. Burtur úr
hesum tilfari er tikið tað, sum mett verður at koma upp í part
í hesum viðfangi. Mest umráðandi heimildir eru sjálvsagt teir