Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 74

Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 74
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum Ejtir Sverra Dahl. Inngangur Nógv ár hevur verið arbeitt við royndum at staðfesta og talmeta miðaldar kirkjur og bønhús Føroya, og tað er gjørt eftir ymsum gøtum. Summar hava verið knortlutar og kámar og ikki sjáldan endað ógongdar, men summar tess betur greiðar °g «yggar. Ein gøtan eru kirkjugripirnir. Eftir henni er leitað í munn- bornum, skrivaðum og í varðveittum tilfari, og kannað eftir um hesir gripir kunna siga ikki bara hvørjir teir eru, men eisini geva ein glotta inn í kirkjuligu og fíggjarligu viðurskifti Før- oya í miðøldini — og í fyrstu øldum aftan á trúbótina. Fíáttvirdu forfedrarnir í miðøld settu neyvan fjøður á blað; vit vita tí so lítið og noyðast at henta saman hiðan og haðan, skipa tilfarið, rannsaka tað gjølla, bera tað saman við vitan og ognir annara tjóða, og út frá tí trilva okkum aftureftir við vón um at fáa toluliga álítandi mynd av, hvat ið metast kann vera tíðarfestandi til miðøld, og hvat við vissu er tað. Fyrstu fregnir um kirkjuhúsini fáa vit ikki fyrrenn o. u. 1600,11 og um gripir teirra fyrst í 1700-árunum.IV14 Tá er so mikið fráliðið, at hesar frásagnir mega verða nýttar við var- semi, eisini tí at ymiskt er, hvussu menn ganga um við sýnis- frásøgnum, og hvat ið teir halda vera nevnivert. Burtur úr hesum tilfari er tikið tað, sum mett verður at koma upp í part í hesum viðfangi. Mest umráðandi heimildir eru sjálvsagt teir
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.