Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 6
10
BÁTSBANDIÐ
hava ligið til grund fyri fymdarbátum í
bátsbandsskipanini, má fyrivami verða tik-
ið fyri óðalsjørð, tabellimar uppgeva. Har-
afturímóti er tað av somu orsøk sannlíkt, at
uppsitarajørðin, ið húski verða skrásett at
sita við, lá í somu bygd sum húskini em
skrásett at búgva í.
Bygdin í Hvannasundi er 16 merkur, ið
allar em kongsjørð. 4 húski búðu har í
1814, og tey høvdu 4 merkur í festi hvørt.
Eitt áttamannafar var í bygdini. Eins og
jørðin vóm ognarpartamir í bátinum javnt
býttir millum húskini. I Hvannasundi tykj-
ast sostatt tær 16 merkumar í bygdini hava
verið jarðarheildin, ið lá til grund fyri bát-
inum.
Sama mynstur er at finna á plássunum
Norðoyri, Gerðar, Blankaskáli og Trølla-
nes. Hóast teir ikki vóru eins javnt býttir og
í Hvannasundi, áttu øll húski við jørð ogn-
arpart í stóra bátinum, og roknast kann við,
at størsti parturin av jørðini var rættarstøði
fyri honum. Umframt aðra jørð sótu teir, ið
áttu í báti, við kongsjørð. Á Norðoyri hevði
ein bátseigari tó ikki kongsjørð, men nógva
óðalsjørð, sum vit vita var í bygdini18.
Somuleiðis høvdu tríggir bátseigarar á
Blankaskála ikki kongsjørð, men umframt
óðalsjørð aðalsjørð í hondum19. Norðoyri
er 24 merkur, Gerðar 22 1/4 merkur,
Blankaskáli 16 3/4 merkur og Trøllanes 16
merkur.
Á Blankaskála var tó eitt húski við jørð,
ið ikki hevði ognarpart í bátinum. Húsið var
ikki til í 1801, tá fólkateljing var, og tað
verður heldur ikki roknað millum gomlu
búnaðimar á plássinum20. Hetta gevur okk-
um ábendingar um, at hóast øll jørðin í
bygdini var rættarstøðið fyri bátinum, vóm
tað bert búnaðir, ið vóm vorðnir til áðrenn
ávíst tíðarhvarv, ið høvdu varðveitt ognar-
rættin til fymdarbát. Tekin em sostatt um,
at talan er um skipan, ið var stirðnað.
Á hinum plássunum, har bert tann eini
stóri báturin var, áttu ikki øll húskini við
jørð í bátinum. Norðtoftir var 4 merkur (1/2
mk. kongs), Múli 10 merkur (2 1/2 mk.
kongs), Upsalir 15 1/2 merkur (4 1/2 mk.
kongs) og Haraldssund 16 merkur (9 mk.
kongs). Á hesum plássum fáast tabellimar
hjá Løbner illa til at geva ábendingar um
jarðarheildir í sambandi við bát.
Á Norðtoftum var bert ein bátseigari.
Umframt festijørðina á Toftum hevði hann
festijørð í Depli og nógva óðalsjørð, sum
ikki kann staðbindast. Ein partur var
kanska á Toftum, kanska hevði onkur annar
á plássinum partar av henni í hondum, og
nógv kann hava ligið burtur í aðrari bygd.
I Múla vóm sum nevnt 10 merkur. Har
vóm 3 húski í 1814, og sambært tabellun-
um sótu tey við tilsamans 8 1/2 merkmm,
t.v.s. bæði í kongs-, óðals- og uppsitarajørð.
Ein partur av teimum 10 merkrunum hava
tískil verið í ogn hjá avbygdafólki, eins og
ongin vissa er fyri, at øll jørðin, ið er skrá-
sett hjá húskjunum í bygdini, veruliga var á
plássinum. Tvey av húskjunum í Múla
høvdu ogn í bátinum, ið var eitt seksmanna-
far.
Eins og í skrásetingunum av Blankaskála
fáast ábendingar í teimum úr Múla um, at
ognin í bátinum var knýtt at teimum eldru
búnaðunum í bygdini, tí triðja skrásetta
húskið í 1814 tykist ikki hava verið sjálv-
støðugt í jarðarrættsligum høpi21.
Upsalir vóru sum nevnt 15 1/2 merkur.
11 húski búðu har í 1814, men bert eitt