Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 7
BATSBANDIÐ
11
teirra átti bátin. Tað sat við 2 1/2 merkrum
í kongsjørð og 2 merkrum í óðalsjørð. So-
statt sat tað bert við uml. einum triðingi av
samlaðu jørðini á plássinum, sum eftir
mynstrinum omanfyri øll skuldi verið støð-
ið fyri bátinum. Hvørki tabellimar ella aðr-
ar upplýsingar, ið em til skjals um jarðar-
viðurskiftini har, geva ábendingar um, hví
so var.
í Haraldssundi vóm 3 húski, men bert 2
teirra høvdu ogn í bátinum. Tað vóm vala-
hús, ið sótu við meginpartinum av jørðini í
bygdini, t.v.s. allari kongsjørðini, vóru upp-
sitarar hjá avbygdamonnum og høvdu
nógva óðalsjørð. Jørðin sum heild á pláss-
inum kann tí væl hava verið rættarstøði fyri
bátinum. Viðurskiftini í Haraldssundi í
sambandi við hetta em tó ikki heilt greið.
Við støði í rættarmálinum hjá Peturi Ant-
onison í Norðragøtu, har tað kom fram, at
ávís jarðarheild var rættarstøði fyri fymdar-
báti, er omanfyri kannað, um tílík jarðar-
heild kann staðfestast í sambandi við bát á
búplássum í Norðoyggjum, har bert tann
eini báturin var. Arbeiðssetningurin var, at
slíkur bátur kundi verða sammettur við
fymdarbát. Niðurstøðan er, at ikki á øllum
plássum er hetta gjørligt, men onkustaðni
er mynstrið týðuligt. Abendingar em um, at
jarðarheildin, ið stóð í sambandi við bátin,
var øll jørðin á plássinum. A Norðoyri fing-
ust eisini ábendingar um, at tað var líka
mikið, um jørðin var óðals ella kongs.
Felags fyri tey omanfyri nevndu plássini
er, at tey vóru smá, bert nøkur fá hús, ið
stóðu samantrunkað á einum avmarkaðum
stað, teirri fomu heimrustini. Bæði fom-
frøðiliga og byggisøguliga er tað áður víst
á, at samband er millum foma heimmst og
fornan garð. Fomi garðurin varð við tíðini
sundurbýttur í fleiri hús og gjørdist ein bý-
lingur. Henda gongd byrjaði longu í vík-
ingatíð22. Sammett við úrslitini omanfyri
gevur hetta sostatt ábendingar um, at rætt-
arliga hugtakið ‘fymdarbátur’ varð nýtt um
bát, sum hoyrdi til jørðina hjá fomum
garði. Tá hesin varð sundurbýttur, vórðu
eisini rættindini til ognina í bátinum skift,
men báturin helt fram at hoyra til jørðina í
býlinginum.
Verður nú hugt at teimum plássum í
Norðoyggjum, har fleiri býlingar vóm í
einari bygd, sæst, at hetta hugsunarúrslit
ikki er burturvið.
Á Viðareiði vóru 14 húski í 1814. Tey
taldu 85 fólk. Av teimum vóm 26 menn
yvir 15 ár. Av stómm bátum hevði bygdin 3
áttamannafør og 3 seksmannafør. 6 húski
høvdu ogn í teimum, og tey áttu bæði part í
áttamannafari og seksmannafari. Upplýs-
ingamar, tabellimar geva um viðurskiftini í
sambandi við bátamar, em hesar: