Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 9
BÁTSBANDIÐ
13
ini, tí vanligt var, at hvør bátastøddin varð
nýtt til hvør sína tíð á vetrinum23.
Til bygdina á Viðareiði hoyra 48 merkur
av jørð, sum frá gamlari tíð hava ligið í
trimum eindum, ið hvør var 16 merkur.
Bygdin hevði í 1814 4 býlingar. Tveir
teirra, Ónagerði og Heygar, høvdu 16
merkur hvør, og býlingamir Forlendi og við
Garð høvdu tilsamans 16. Greitt er tað tó, at
býlingarnir Forlendi og við Garð uppruna-
liga vóm í einum, tí jørðin hjá teimum ligg-
ur saman, og heilt til okkara dagar hava teir
verið nevndir við felagsnavninum ‘Uppi á
Bø’, sum er gamla garðs- ella býlingsnavn-
ið. í jarðarbókini frá 1584 sæst, at býlingur-
in Uppi á Bø longu tá var farin sundur í
tveir24.
Verður nú kannað, hvar teir búðu, ið
høvdu ogn í stórum báti, sæst sama mynstur
sum tað, ið ábendingar eru fingnar um
omanfyri. Prestur, sum búði í Ónagerði, átti
einsamallur eitt áttamannafar og eitt seks-
mannafar. Absalon Joensen og Niels Jen-
sen, sum báðir høvdu hálvan ognarpart í
áttamannafari og seksmannafari, sótu við
teimum báðum festunum á Heygum. Gamli
garðurin har var býttur sundur í 1628.
Simon Danielsen og Johan W. Matras, sum
ávikavist høvdu 1/2 og 1/6 ognarpart í átta-
mannafari og seksmannafari, sótu við teim-
um báðum festunum í Forlendi. Og Jens
Jensen, sum átti tann seinasta triðingin,
hevði festi við Garð.
Tað er sostatt týðuligt, at á Viðareiði var
bátshaldið tengt at garðinum í Ónagerði,
gamla garðinum á Heygum, ið farin var í
tvíningar, og jørðini hjá gamla garðinum
Uppi á Bø. Á Viðareiði fáa vit harafturat
ávíst enn týðuligari, at jarðarheildin, talan
er um, var ein upprunagarður, sum við tíð-
ini var uppbýttur millum fleiri húski í ein
býling og eisini kundi vera vorðin til fleiri
býlingar. Tann greiða uppbýtingin av ogn-
arpørtunum í bátunum millum uppruna-
garðamar bendir eisini á, at allir bátamir á
Viðareiði høvdu støðu sum fymdarbátar.
Sama mynstur sæst eisini í Hattarvík og
á Húsum, har meira enn ein býlingur var. í
Hattarvík vóm 6 hús og 34 fólk. Av teimum
vóm 11 menn. Býlingamir vóm tveir, Uppi
í Húsi og Niðri í Húsi. Uppi í Húsi vóm 8
menn, og býlingurin hevði bæði áttamanna-
far og seksmannafar. Ognin í bátunum var
javnt býtt millum tey bæði kongsfestini, ið
vóru, meðan triða húsið í býlinginum, ið
var óðalshús, ikki hevði ognarpart. Navnið
á upprunagarðinum har var Kellingagarður
og er enn kent í fólkaminninum. Longu
áðrenn 1584 var hann sundurbýttur í fleiri
hús25.
Býlingurin Niðri í Húsi verður eisini
róptur Húsagarður, ið er gamla garðsnavn-
ið. í 1814 vóm har trý hús, øll við festijørð,
og øll við 1/3 ognarparti í áttamannafari.
Manning var tó ikki í býlinginum til bátin.
Bert tríggir arbeiðsførir menn vóm, men
hóast tað varð báturin hildin. Símun Han-
sen greiðir frá, at teir Niðri í Húsi róðu út
saman við teimum Uppi í Húsi, annaðhvørt
ár við bátinum har niðri og annaðhvørt ár
við bátinum har uppi26.
Á Húsum vóru 8 húski. Tvey av teimum
høvdu jørð í festi, hini høvdu óðalsjørð og
uppsitarajørð. 43 fólk búðu í bygdini, og 16
teirra vóm menn. Hóast tað ikki er vanligt
at siga, at bygdin hevur býlingar, geva
staðamøvnini ‘Heimi á Garði’ og ‘Norð í
Garði’ ábendingar um tveir fomar garðar27.