Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 11
BÁTSBANDIÐ
15
sæst í sakini hjá svínoyingum.
Vártingið varð sett 4. mai norðri í Vági,
har norðoyasýslumaður, umboð fyri sorin-
skrivaran og 8 løgrættumenn, ið allir vóru
kongsbøndur í Norðoyggjum, sótu í rættin-
um. Saksøkjari var kongsbóndin í Gulaks-
stovu í býlinginum Heima á Bø í Svínoy.
Teir saksøktu vóru kongsbøndumir í
Heimistovu, Yvirstovu og Uppi í Húsi, allir
í býlinginum Heima á Bø, og óðalsmaðurin
Mikkjal Grækarisson, ið búði Úti á Lað í
býlinginum Úti á Bø. Gulaksstovubóndin
vildi hava hinar at lata sær ein mann úr
hvørjum teirra bátum at rógva út við sær, tí
tað helt hann vera rímuligast, nú teir fimm
høvdu tann bátin í felag.
Bæði av tí at teir vóru fleiri bøndur, ið
høvdu bátin, og tí Gulaksstovubóndin helt
seg kunna fara í rættin við málinum, er líkt
til, at talan var um bát við løgfrøðiligum
framíhjárættindum. Upplýsingamar frá
1711 kunnu væl samsvara við tabellimar
hjá Løbner frá 1814, sum tó em heldur
fløktar, tí tey fimm húsini áttu tilsamans
hálvtannað áttamannafar. Gulaksstovu-
bóndin er í tabellunum skrásettur við 1/4
ognarparti í áttamannafari, Yvirstovubónd-
in við 1/2, bóndin Uppi í Húsi við 1/4, hús-
ið Úti á Lað við 1/8 og Heimistovubóndin
við 3/8 ognarparti.
Allir teir stevndu bjóðaðu at lata ein
mann úr sínum báti. Teir góðtóku sostatt
skylduna, bátsbandsskipanin álegði. Men
óðalsmaðurin setti treytir við. Hann vildi
lata ein mann, um maðurin sjálvur vildi.
Úrslitið var, at sýslumaður tók málið til
dóms.
Dómurin sýnir, at eisini dómsvaldið
gjørdi sítt til at máa støðið undan gomlu
bátsbandsskipanini. Dømt varð, at av tí at
meira fólk ikki var í oynni, skuldu bátamir
bert vera 4 við seks monnum í hvørjum,
hetta fyri at bátur og manning altíð skuldu
vera til flutning av embætismonnum og
presti. Hetta síðsta lá myndugleikunum
frammarliga í huga29. Bátarnir skuldu vera
teir, ið kongsbøndumir áttu, ímeðan báturin
hjá óðalsmanninum at kalla varð sagdur av.
Bátamir hjá kongsbøndunum skuldu mann-
ast, áðrenn nakar bátur, óðalsmaður átti,
varð mannaður, og sýslumaður skuldi býta
fólkið.
Lagt verður til merkis, at dómurin ikki
tekur støði í rættindum, ið høvdu samband
við eina jarðarheild, men heldur í slagnum
av jørð, teir høvdu, ið skuldu hava framí-
hjárættindi. Tekin em um, at rætturin, ið var
mannaður við kongsbøndum, legði størri
dent á at fjálga um áhugamálini hjá kongs-
bóndastættini enn um foman rætt. Hetta
samsvarar við ta fatan, nakrar av yngru
keldunum góvu, at bátshaldsrætturin var
tilskilaður teimum, ið sótu við kongsjørð-
ini. Tað bendir tí eisini á, at gamla rættar-
støðið fyri bátsbandsskipanini longu mið-
skeiðis í 17. øld, t.v.s. tíðliga í einavaldstíð-
ini, var í ferð við at vera skotið til síðis, og
at dómsmyndugleikamir í Føroyum, sum
umboðaðu einaveldið, og kongsbøndumir,
ið sótu í rættinum, við úrskurðum sínum
líðandi gjørdu fortilburðir fyri nýggjum
rættarstøði, sum bar frá tí gamla við bert at
vera grundað á kongsjørðina. Slík skipan
gjørdi stættarmun, og skilligt er, at óðals-
menn dámdu hana lítið, har hon vann
frama.
Trætur kundu tó greiðast á annan hátt
enn við dómi, og oftast man fyrst hava ver-