Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 55
KONTRABÓKIN - TRUCK-SKIPANIN í FØROYUM 1856-1939
59
saa snart man faar Kundskab om deres
ulovlige Forhold. Amtmaðurin mælir sýsli-
manninum til at síggja til, at lógin verður
hildin, so at fólk fáa pening í løn, har tey
hava rætt til tað. Orsøkin til henda áhuga
hjá myndugleikinum fyri, at fólk fmgu
reiðupening um hendi, var, at tey skuldu
hava okkurt at seta í tann nýstovnaða spari-
kassan, sum var ein tann fyrst spíraða nálin
í tí komandi peningasamfelagnum (David-
sen, 1982:18).
Føroyskur bygdabúskapur
og handilsvørur
I gamla føroyska bygdasamfelagnum var
hvørt hús bæði ein nýtslueind og ein fram-
leiðslueind, sum við serlig høvi varð víðk-
að til at fevna um stóran part av bygdini t.d.
tá farið var í grind, í bjørgini ella á fjall.
Serligar reglur vóru galdandi fyri býtið
(Thorsteinsson, 1981; Joensen, 1980). Har-
umframt gjørdu fólk yvirhøvir gerabýti og
hjálptu hvørjum øðrum. Hóast siðbundna
undirstøðubúskapin hava Føroyar til allar
tíðir eisini havt eitt ávíst samband við
marknað uttan fyri Føroyar - antin gjøgn-
um einahandilin ella við loynihandilsskip,
sum komu inn á firðimar. Nakað av broyt-
ing kom í hesi viðurskifti við úthandlunum
í Tvøroyri, Klaksvík og Vestmanna, men
rættilig gongd kom kortini ikki á marknað-
arbúskapin fyrr enn við fríhandlinum í
1856, sum broytti nógv í føroyska samfe-
lagnum.
Fyrr var peningur mest nýttur til at
goyma á kistubotninum sum ein ognarlutur,
ella nýttur at keypa jørð fyri, hetta var tað
gamla, tí dámdu bøndrunum heldur ikki at
lata peningin fara í umfar. Ein keypmaður
Weihe frá Selatræ gremur seg í Dimmalætt-
ing 14. februar 1891 um tað ólukku sum
kreditturin hevur verið fyri føroyingar, sum
nú brúka alt ov stóran part av inntøkum sín-
um til dragter og levnedsmidler, og sum í
staðin fyri at fáa fiskin til høldar til sín
sjálvs, halda at tað er fornuftigere at levere
alt til handelsmændene og fá penge i ste-
det... . Weihe dámar einki, at tað hevur
verðið keypt ov nógv upp á borg, tí nú (í
1891) er tað vorið til eitt álvarsmál: Hine
tider, da krediten florerede, ere forstum-
mede, tavshed og forsigtighed er nu den
eneste udvej for at bevare eksistensen.
Hann heldur áfram: at i denne tid, fra
monopolhandelens ophør til nu, i alt fald
for visse bygders vedkommende, vil den
ubetænksomme kreditgiven løbe op til
tusinder og atter tusinder af kroner, sá at
vedpludselig salg, om hele bygdens marke-
tal inkl, kongsgods kom til auktion, alt dette
ikke en gang blev tilstrækkeligt til at dække
købmandens tilgodehavende.
I Føringatíðindi fra 3. marts 1891 verður
spumingurin tikin uppaftur, og tað er ein,
sum gevur Weihe rætt, men tað vísir seg,
sum mangir handilsmenn vilja hava fólk at
borgafrá sær, tí so kunnu teir forða teimum
at ganga ovmikið til aðrar handilsmenn. I
summum bygdum - soleiðis eystantil á Eyst-
uroynni - fáa fólk ikki pengar frá
handilsmonnunum, tá ið tey koma við fiski
ella troyggjum, men alt verður skrivað. Tey
fáa so út úr handlinum, hvat tey vilja, og tað
verður eisini skrivað. Soleiðis kunnu ganga
heili ár; fólk avreiða og borga, men vita
ikki, um tey eiga nakað at keypa fyri. Hava
tey nú avreitt fyri størri virði, enn tey hava
keypt, fáa tey onkuntíð avlopið út, um tey