Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 59
KONTRABÓKIN - TRUCK-SKIPANIN f FØROYUM 1856-1939
63
1. Truck was a monopsonistic device
which used debt to tie a labourer to his
employer by the consequent restric-
tion ofthe mobility ofthe employee, og
2. Truck was an efftcient means of
operating under circumstances ofcoin
shortage and/or poor credit facilities.
I fyrsta døminum er tað greitt, at talan er
um eina miðvísa misnýtan ella eyðræning
av arbeiðsmegi, har truck-skipanin hevur
sum endamál at tryggja arbeiðsgevaranum
støðuga og bíliga arbeiðsmegi. I næsta
døminum kann misnýtan sjálvandi koma
fyri, men nýtist tað ikki, tí truck-skipanin
var í hesum peningafátøku samfeløgum
kanska einasti møguleikin, ið kundi nýtast
fyri at knýta útjaðarasamfelagið at heims-
marknaðinum - við øðrum orðum einasti
møguleiki at fíggja útflutningin. At læna
pening frá arbeiðsfólki og sjómonnum var
sostatt ein háttur at fáa fígging til menning
og øking av vinnuni á staðnum. í Føroyum
hevði hetta í byrjan dám av “bankavirk-
semi”, men tað vardi kortini ikki leingi. f
meginreglunum var hetta ein sjálvboðin
skipan, og í roynd og veru var eingin sátt-
máli skrivaður um hetta millum partamar,
men kortini kom í ein framferðarháttur, ið
førdi við sær, at fólk, um tey vildu tað ella
ikki, keyptu sum mest í vøru fyri lønina í
handlinum hjá arbeiðsgevaranum, sum
mestsum altíð eisini hevði handil. Kreditt-
skipanin kom so sníkjandi, uttan at fólk
rættiliga gáaðu eftir tí, fyrr enn hon var
grundarlagið undir øllum. Tað er ivasamt,
um fólk yvirhøvur hava kent tað sum eitt ok
ella band í byrjanini. Hetta kom ikki fyrr
enn seinni, tá skipanin bant alt samfelagið
niður, tí eingin annar útvegur var.
Búskaparliga støðan og kredittskipanin
Fleiri heimildarfólk siga, at tíðin til fyrra
heimsbardaga var ein støðug tíð, tá tú kundi
fáa pening útgoldnan í hondina, um tú
ynskti tað, men so komu tær vánaligu tíðir-
nar um 1930, tá fiskaprísimir fóru í botn. í
teimum góðu árunum aftan á fyrra heims-
bardaga, vóm keypmennimir yvirhøvur so
mikið væl fyri, at teir kundu loyva sær at
lata fólk standa í skuld til teirra í áravís. Teir
høvdu stundir at bíða til onkur sonur kom
til mans og slapp til skips, so at hann kundi
hjálpa heiminum at gjalda skuldina. í fleri
førum hjálptu keypmenn fólki, ella gjørdu
tað í hvussu so er ikki truplari fyri tey enn
neyðugt. Hetta broyttist alt seinast í 20-
árunum og tríatiámnum, sum vóm stak
vánaligar tíðir í Føroyum (Joensen, 1982:
465).
í bók síni um Mortensensmennirar á
Tvøroyri sigur Axel Mortensen (1988:
lOff), at handilin frá tí, at hann var gjørdur
til partafelag í 1889 og til 1921, hevði vinn-
ing av virksemi sínum øll árini, uttan 1908
og 1909, tá hann hevði eitt hall uppá ávíka-
vist kr. 73.670 og kr. 25.258.
Av serligum áhuga er árið 1926. Hetta
árið var virksemið umskipað í trý ymisk
partafeløg, ið skuldu virka sum sjálvstøð-
ugar eindir. Hvussu stór handilsskuldin er
sæst ikki, men harafturímóti sæst, at úti-
standandi peningur, tá býtið fer fram, er
umleið kr. 600.000, og at henda upphæddin
er nóg stór til at gjalda øllum ognarum við
og eisini til stórt avlop (Mortensen,
1988:13). Tað er ikki greitt, hvør hesin úti-