Fróðskaparrit - 01.01.1993, Síða 103
The Leafhoppers
(Homoptera, Auchenorrhyncha)
ofthe Faroe Islands
107
Lars Trolle and Per Ketil
Úrtak
Á okkara leiðum eru froðusprettur smá flogkykt, men
tær eru nær skyldar við tær stóru songfroðusprettumar,
ið hoyra til á teimum heitaru leiðum. Tær føroysku
froðusprettumar syngja eisini, men so mikið høgt, at
mannaoyrað hoyra tað ikki. Froðusprettur súgva plant-
ur. Hetta kann bæði løsta plantumar og flyta sjúkur yvir
á tær; tað hava vit kortini ongantíð vamast í Føroyum.
í Føroyum hava vit funnið 13 sløg higartil: Javesella
pellucida (F.), Philaenus spumarius (L.), Ulopa reticu-
lata (F.), Anoscopus albifrons (L.), A. flavostriatus
(Don.), Ribautiana ulmi (L.), Macrosteles ossiannils-
soni Lindb., M. laevis (Rib.), M. viridigriseus (Edw.),
M. alpinus (Zett.), Cicadula quadrinotata (F.), Strep-
tanus sordidus (Zett.) og Arthaldeus pascuellus (Fall.).
Vanliga ferðast froðusprettur við lotinum, og helst era
tær flestu av hesum slagnum foknar henda veg sunnaní-
frá. Tískil era øll tey føroysku sløgini kend og vanlig í
Skotlandi. Haðani vita vit um til samans 170 sløg.
Tíverri vita vit í løtuni einki um froðusprettumar í Het-
landi, Orkneyoyggjunum ella teimum uttastu Suður-
oyggjunum. í fslandi era 6 sløg funnin, av teimum
kenna vit 5 úr Føroyum, í Grønlandi era 2 sløg, og annað
teirra Macrosteles laevis kenna vit bæði í íslandi og í
Føroyum. Einstøk sløg kunnu kortini hugsast at vera
flutt higar við fólki: At Macrosteles alpinus bara er at
finna úti í Mykinesi kann væl vera, tf hon er innflutt við
plantum, men er tað tó langt síðani. Stovnurin úti í
Mykinesi er ógvuliga ólíkar øðram stovnum, tí hann
hevur valla nakrar svartar strikumyndir á kroppinum,
sum annars eyðkenna slagið; Javesella pellucida er
funnin á nøkrum gomlum norðbúgva-búplassum, vík-
ingar kunnu hava flutt hana inn við fóðurgrasi. Og at
enda kann Ribautiana ulmi, sum livir á álmtrøum, takka
menniskjanum fyri, at hon er stødd í Føroyum. í tí
gomlu Havnini er ein urtagarður, har inngongdin er
kransað av kjálkabeinunum av tí størsta nebbafiskinum,
sum nakrantíð er fingin undir Føroyum. Hetta er urta-
garðurin uttan fyri “Christinesminde”, og í hesum urta-
garði er eitt ógvuliga gamalt álmtræ, sum hýsir einum
heilsugóðum stovni av slagnum.
So hóast talið á sløgum er avmarkað, era froðusprett-
ur ógvuliga vanlig dýr, serliga har ið tað grør væl. Og
gongur tú innangarðs, flýggja einar tíggju froðusprettur
fyri hvørt stig, tú trínur. Uttangarðs era eisini froðu-
sprettur, men her er nógv minni til av teimum, og her era
tær serliga á vátlendi.
Introduction
The oldest leafhoppers from the Faroe Is-
lands in the collections of the Zoological
Museum in Copenhagen date back to 1863-
68 and were collected on “Syderø” (Suður-
oy) by A. Bergh.
But otherwise most of the Faroe leafhop-
pers in that museum were collected by
Danish entomologists in the 1920’s : first of
all by J.P. Kryger who collected everything
except birds from April 5th until May lOth
1925 and from May 29th until August 29th
1926 (Kryger, 1940).
Per Ketil and Birgitta Eriksson collected
leafhoppers in the month of July 1989 in
many localities. Also Per Ketil and Lars
Trolle collected leafhoppers on the islands
from August 21 st until September 6th 1992
Fróðskaparrit 41. bók. 1994(1993): 107-124