Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 161
165
10 árfarin
Enn einaferð hevur Fróðskaparrit lagt 10 ár
aftur um bak, á fjórða sinni. Sniðið á tíðar-
ritinum varð munandi broytt, tá ið seinasta
10-ára frágreiðingin kom í nr. 31. Nú sá tað
brúkaravinaligari út við tveimum teigum,
eitt sindur størri í vavi og við onkrum á for-
síðuni, ið fall meiri í eyguni.
Broytingar eru eisini famar fram hesa
ferð, tíggju ár em løgd aftur um bak.
Nýggja teldutøknið er rættiliga farið at gera
um seg, tá ið greinar skulu setast upp. Hetta
hevur havt við sær, at vit í hesi bók hava
gjørt eina høvundaleiðbeining, sum fram-
yvir fer at hava sítt fasta pláss í hvørjari
bók. Hesar leiðbeiningar tæna fleiri enda-
málum. Fróðskaparrit er tíðarrit, har øll vís-
indalig gransking her á landi eigur innivist,
og hvørt økið sær hevur okkurt útgávusnið,
sum teimum hóvar best. Tí hava vit lagt
nógva orku í at gera hesar leiðbeiningar so-
leiðis, at øll áttu at kunnað nýtt tær. Leið-
beiningamar lætta munandi um tað tøkni-
liga, tá ið tíðarritið skal framleiðast - og
gera eisini, at tað ikki verður so kostnaðar-
mikið. Harumframt er at vænta, at tíðarritið
verður fábroyttari, vinarligari at lesa, og so-
statt fer at falla teimum, ið em knýtt at
teimum ymisku vísindagreinunum, lættari,
eisini tá ið tey skulu lesa tað, ið hini hava
lagt úr hondum.
Fróðskaparrit er nú komið undir ISSN
skrásetingina. Tað hevur m.a. við sær, at í
altjóða tíðarritum við yvirlitum yvir, hvat
sum er skrivað, verður eisini víst til inni-
haldið í Fróðskaparritum. Granskingarúr-
slit úr Føroyum koma tí víða um og verða
munandi betur kend aðrastaðni.
Evnisyvirlitið fyri allar bøkumar av
Fróðskaparritum og onnur rit, sum Fróð-
skaparfelag Føroya hevur givið út, er hesa-
ferð savnað saman í einum litlum bindi fyri
seg. Tað skuldi tí verið lættari fyri lesarar-
nar at leita seg fram í tí útgivna tilfarinum.
Føroya Fróðskaparfelag fekk nýggjar
lógir hin 20. mai 1992, tí eru tær eisini
prentaðar í hesi bók. Tær nýggju lógimar
gera, at øllum granskarum, sum fáast við
mongdina av evnum, ið hava tilknýti til
land okkara, stendur í boði at verða limur í
Føroya Fróðskaparfelag, em teir hugaðir
fyri tí. Hetta hevur havt við sær, at limalist-
in er munandi øktur. Teir nýggju limimir
eru bæði hiðani og uttaneftir. Tí verða lóg-
imar eisini prentaðar í enskari týðing. Har-
afturat er limalistin við í hesi bók, dagførd-
urhin 1. januar 1993.
Hesi seinastu 10 árini em 7 bøkur av tíð-
arritinum komnar, tá em tríggjar teirra dup-
ultbøkur. í 1994 er ætlanin at geva út bók 41
og 42, so skuldi Fróðskaparrit verið dag-
ført, tá ið tað kemur til árstølini. Framyvir
fer vónandi aftur at liggja fyri at savna nóg
mikið av tilfari til, at ein bók kemur út á
hvørjum ári.
RITSTJÓRNIN