Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 166

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 166
170 LIMIR í FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR SEINASTU 10 ÁRINI John Davidsen, 2. februar 1906 - 28. oktober 1988. John Davidsen varð føddur í Havn. Hann tók læraraprógv í Havn 1932. Frá 1934 var hann lærari í Tórshavnar Kommunuskúla, síðan 1968 í Venjingarskúlanum. Hann fór frá við eftirløn í 1972. Hóast likamsbrek frá bamdómsárum, ið hefti hann nógv, sýndi hann ómetaligt seiggi og læt seg ikki kúga. Arbeiðssamur var hann sum fáur. Hann stóð fyri útgávu av álmanakkum hjá Gamla Bókhandli til tað síðsta, ritstýrdi Songbók Føroya fólks og fjøld av minnisritum, eitt nú tí ómetaliga henta savninum Greinir og ritgerðir eftir dr. Jakob Jakobsen. Hann starvaðist á Landsskjalasavninum í mong ár, eftir at hann fór úr lærarastarvi. Ættfróð- ur var hann framúr, helt í mong ár kvøld- skeið í ættargransking á Fróðskaparsetr- inum. John Davidsen var leingi annar grann- skoðari felagsins. Hann hevur skrivað hes- ar greinir í Fróðskaparrit: 1964. Jákup ísøgn og søgu. 13. bók: 213-224. 1970. Hústrúin í Húsavík. 18. bók: 69-76. Reidar Djupedal, 1922 - 29. juli 1989. Ólavsøkudag 1989 andaðist ein felagsmað- ur okkara og góður Føroya-vinur, Reidar Djupedal professari í Tróndheimi. Reidar Djupedal varð føddur í Oslo, men hevði ættarrøtur í Selju í Norðfírði. Um søgu, mál og mentir í heimbygd síni hevur hann skriv- að nógv. Hann varð studentur í 1941 og fór at lesa søgu, enskt og norskt á lærda háskúlanum í Oslo. Hann fekk sum so mangur annar frælslyndur norðmaður at kenna týska harðræðið. í november 1943 varð hann saman við øðrum studentum og lærarum tikin á hondum og fluttur í fangatippi í Týsklandi. Hann var fámæltur um roynslur sínar har, men tær munnu hava merkt hann fyri lívið bæði til likams og sálar. I 1950 gjørdist hann cand. philol. og fór síðan í starv hjá norsku orðabókini í Oslo. Har starvaðist hann í eitt ár til hann í 1951 varð lektari í norskum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn við skyldu eisini at halda fyrilestrar í Árhus. Tað var hesa tíðina, at hann av álvara kemur í takføri við føroyskt. Tað var eisini so sjálvandi, at maður sum Reidar fekk hug fyri føroyskum, tí hann var nýnorskmaður um ein háls og hevur sæð so nógv, sum hesi nærskyldu mál hava havt saman í søgu og lagnu. Faðirin at norska skriftmálinum, Ivar Aasen var hansara fremsta rannsóknarevni. Longu fyrsta árið í Keypmannahavn skrivaði hann ta týðandi yvirlitsritgerðina um Jens Chr. Svabo og virki hansara. Hon varð prentað í bd. 32 og 33 av Varðanum, eisini kom hon út sum ser- støk bók. Har koma væl til sjóndar serstøku evni hansara at leita fram tilfar í skjala- søvnum. Her verður ikki høvi at gera nógv burtur úr víðfevndu norsku gransking hansara. Bert skal verða nevnt, at í eitt 6 ára skeið í 1950-árunum, meðan hann hevði styrk fyrst frá Norges almenvitenskapelige fond (NAVF) og síðan frá lærda háskúlanum í Oslo, gav hann út brøv og dagbøkur Ivars Aasen í 3 bindum. Hansara verk er eisini ljósprentaða útgávan av blaðnum Dølen hjá Vinje. I 1962 varð hann dosentur við lærda háskúlan í Bjørgvin og 1968 professari í
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.